Starv sum samskipari í Reyða Krossi Føroya

Reyði Krossur skipar á hvørjum ári fyri ymiskum verkætlanum, sum hava til endamáls at veita hjálp, bæði her í Føroyum og úti í heimi. Tí leitar Reyði Krossur Føroya nú eftir samskipara, sum ynskir at vera við til at reka og menna felagsskapin, saman við sjálvbodnum, dagliga leiðaranum og nevndini. Høvuðsuppgávurnar verða at samskipa verkætlanir, at loysa fyrisitingarligar og fyrifallandi uppgávur, bókhald og vanligar skrivstovu uppgávur. Um hetta er nakað fyri teg, ert tú vælkomin at senda umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl til starv@redcross.fo.

Arbeiðsuppgávurnar verða eitt nú at:
- Skipa fyri verkætlanum saman við sjálvbodnum og dagliga leiðaranum.
- Samskifti t.d. svara telefonini á skrivstovuni, skriva út á heimasíðu og sosialar miðlar, og svara fyrispurningum frá sjálvbodnum.
- Arbeiða við bókhaldi og skráseting.
- Dagligar uppgávur innan umsiting.
- Útvega og menna tilfar til sjálvboðin.

Vangamynd
Sum samskipari hjá Reyða Krossi er neyðugt, at tú hevur hug og hegni at arbeiða við humaniterum hjálpararbeiði her í Føroyum, og at tú megnar at arbeiða skipað og miðvíst og undir trýsti. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur starvsroyndir við samskipan, fyrisiting og bókhaldi. Tá Reyði Krossur er ein sjálvboðin felagsskapur, er tað ein fyrimunur, um tú fyrr hevur arbeitt við at samskipa verkætlanir, og um tú sjálv/ur hevur verið sjálvboðin. Tað er umráðandi, at tú hevur góðar málførleikar bæði á føroyskum, donskum og enskum.

Felagsskapur
Við sjálvbodnari orku tálmar og bøtur Reyði Krossur Føroya um menniskjaliga neyð, líðing og mismun. Reyði Krossur er heimsins størsti hjálparfelagsskapur við uml. 17 mió. sjálvbodnum. Vit hjálpa í gerandisdegnum og tá stór vanlukka er. Frá fyrstahjálparkassanum í bilinum til kríggj hinumegin jørðina. Vit leggja dent á alheims hjálpararbeiði okkara og sosialu íløgu okkara í Føroyum. Vit hjálpa teimum, ið eru mest viðkvom, og tryggja at virki okkara er miðvíst teimum.

Setanartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu, og starvsbrøkurin er 20 tímar um vikuna. Møguleiki er fyri at tímatalið verður økt. Starvið verður sett 1. septembur ella skjótast gjørligt eftir tað.

Umsóknarfreistin er mikudagin 22. august.

Meira fæst at vita við at ringja til Bárð Atlason Ísheim, dagligan leiðara í Reyða Krossi Føroya, á tlf. 509705, ella við at skriva til bardur@redcross.fo.
... Sí meira ..Sí minni ..

2 vikur síðan

Klædnaendurnýtslan hjá Reyða Krossi leitar eftir sjálvbodnum, ið ynskja at gera veruligan mun við vælgerðandi hjálpararbeiði. Okkum tørvar røsk og álítandi fólk, bæði til handlarnar, til at koyra kring Føroyar at tøma klædnabingjur, og til at skilja innsavnaðu klæðini.

Er hetta nakað fyri teg, melda teg so til á redcross@redcross.fo ella við at ringja til 283630.
... Sí meira ..Sí minni ..

3 vikur síðan

Klædnaendurnýtslan hjá Reyða Krossi leitar eftir sjálvbodnum, ið ynskja at gera veruligan mun við vælgerðandi hjálpararbeiði. Okkum tørvar røsk og álítandi fólk, bæði til handlarnar, til at koyra kring Føroyar at tøma klædnabingjur, og til at skilja innsavnaðu klæðini.

Er hetta nakað fyri teg, melda teg so til á redcross@redcross.fo ella við at ringja til 283630.

Viðmerkingar á Facebook

Hvem får tøjet?? Hvor bliver det sendt hen??

Gott um ung fólk eisini vóru við til at skilja klæðir, fyri at fáa meira fjølbroytni í handlarnar❣️

Øll tíðindi ...
Sí fleiri tíðindi


Endurnýtsluhandlar
Reyði Krossur hevur tríggjar endurnýtsluhandlar. Eina bókasølu, ein klædna- og smálutshandil og ein klædnahandil.

Sí meira

Samarittar
Vit tilnevna á hvørjum ári "Ársins Fyrstahjálpara" fyri at varpa ljós á týdningin av at duga fyrstuhjálp.

Sí meira

1. hjálp
Fyrstahjálp er hent at duga og kann bjarga lív! Vilt tú læra at geva fyrstuhjálp? Ynskir tú, at tíni starvsfólk duga fyrstuhjálp?

Sí meira

Vitjanartænasta
Vitjunartænastuni innar sosialt og psykososialt arbeiði í Føroyum, eins og vit stuðla og hjálpa øðrum felagsskapum.

Sí meira

Klædnahjálp
Reyði Krossur savnar inn og skilir góð klæðir, sum fólk lata okkum í bingjurnar, ið standa við FK-handlar kring landið.

Sí meira

Stuðla
Stuðla hjálpararbeiðinum við at gera eina peninga flyting á okkara konto í føroysku peningastovninum.

Sí meira

Reyði Krossur Føroya

Við sjálvbodnari orku tálmar og bøtur Reyði Krossur Føroya um menniskjaliga neyð, líðing og mismun. Reyði Krossur er heimsins størsti hjálparfelagsskapur. Vit hjálpa í gerandisdegnum og tá stór vanlukka er. Frá fyrstahjálparkassanum í bilinum til kríggj hinumegin jørðina. Vit leggja dent á alheims hjálpararbeiði okkara og sosialu íløgu okkara í Føroyum. Vit eyðmerkja tey, ið eru mest viðkvom og tryggja at virki okkara er miðvíst teimum.

Yvirlit yvir bingjur, handlar og sølur hjá Reyða Krossi Føroya

Filter by