Fyrstahjálp

Fyrstahjálp er hent at duga og kann bjarga lív!

Vilt tú læra at geva fyrstuhjálp? Ynskir tú, at tíni starvsfólk duga fyrstuhjálp?

Reyði Krossur bjóðar skeið í fyrstuhjálp bæði til einstaklingar og stovnar. Okkara instruktørar eru vælútbúnir og hava góðkenning.

Vit bjóða fýra amenn skeið um árið. Á hesum skeiðum er pláss fyri 15 luttakarum. Prísurin er 800 kr. fyri hvønn luttakara.

Fyri stovnar og arbeiðspláss, ið ynskja fyrstuhjálparskeið fyri starvsfólkunum, snikka vit skeiðini, sum tit ynskja tað. Prísurin hongur saman við, hvussu nógv eru á skeiðinum. Tó er ein minsta upphædd á 10.800 kr. Eru t.d. 15 starvsfólk á skeiðinum er prísurin 720 kr. fyri hvørt starvsfólk. Eru tit færri, verður prísurin fyri hvønn luttakara hægri.

Ynskir tú eitt fyrstuhjálparskeið, set teg í samband við okkum á fyrstahjalp@redcross.fo ella redcross@redcross.fo.

Innihald av fyrstahjálpara skeið
Sí meira ...

Reyði Krossur hevur eisini skeið í fyrstuhjálp fyri skúlar. Her er grundgjaldið 1000 kr. Afturat hesum er kostnaður fyri undirvísingartilfar og løn til instruktørin, ið skúlin sjálvur rindar. Lønin til instruktørarnar er 272 kr. per tíma + 12 % í frítíðarløn.