Ársins Fyrstihjálpari 2016?

Ársins Fyrstihjálpari 2016Tveir mans fingu heiðurin “Ársins fyrstihjálpari 2016” av Reyða Krossi Føroya.

Hesir eru Hendrik Vilhelm Joensen úr Kollafirði og Suni Hermansen av Signabø.

Teir fingu heiðurin fyri at hava megnað at givið lívbjargandi fyrstuhjálp, bæði kropsliga og sálarliga, í eini truplari støðu, tá 19 ára gamli starvsfelagi teirra small um.

Hendingin fór fram tíðliga um morgunin tann 27. apríl 2016 í Kaldbaksfirði, har tríggir starvsfelagir fingu sær kaffi inni á landstøðini hjá alibrúkinum hjá Bakkafrost. Knappliga small 19 ára gamli Fróði Emil Hansen um, og datt niður á gólvi.

Ársins Fyrstihjálpari 2016Í støðuni kláraðu Hendrik og Suni at geva Fróða lívbjargandi fyrstuhjálp, ringja 1-1-2, syrgja fyri, at familjan hjá Fróða fekk at vita um tilburðin, og syrgja fyri, at teir sjálvir fingu sálarliga hjálp aftaná. Hetta vísir, at teir høvdu yvirskot til at hugsa um tann skadda, familjuna og seg sjálvar.

Framfaringarhátturin, hvussu teir báðir skipaðu fyrstuhjálpina vísir, hvussu týdningarmikið tað er at hava tikið eitt fyrstuhjálparskeið, hvussu farast skal fram í eini tílíkari truplari støðu.

Út frá hesum hava teir heiðurin uppibornan at verða útnevndir til “Ársins fyrstuhjálparar 2016”

Ársins Fyrstihjálpari 2016Fýra fólk vóru tilnevnd fyri tríggjar ymiskar hendingar. Øll tey tilnevndu fáa eitt heiðursbræv frá Reyða Krossi, blómur og ein gávuposa frá Betri Trygging, meðan “Ársins Fyrstihjálpari”, umframt heiðursbrævið, eisini fær eina peningagávu frá Betri Trygging .

Endamálið hjá Reyða Krossi við at tilnevna Ársins Fyrstahjálpara er tvíbýtt. Tað eina er at heiðra tey ímillum okkum, sum hava útint holla og lívbjargandi fyrstuhjálp. Hitt endamálið er at varpa ljós á, hvussu umráðandi tað er at duga fyrstuhjálp.

Hetta er fimtanda ferðin at “Ársins Fyrstihjálpari” verður kosin av Reyða Krossi.