Almennu fyrstuhjálparskeiðini eru 12 tímar. Tey verða hildin fýra ferðir um árið – í vikuskiftum. Skeiðini umfata hjarta – lunga bjarging, lívbjargandi fyrstuhjálp og fyrstuhjálp við sjúku og læsti.

Á skeiðinum lærir tú m. a. at geva fyrstuhjálp fet fyri fet, tá talan er um hjartastop, vanlukku í ferðsluni, á arbeiðsplássinum og heima – umframt, tá talan er um brádliga íkomna sjúku og skaðar. Afturat hesum lærir tú at brúka hjartastartara.

Prísur fyri alt skeiðið er 800,- kr. fyri hvønn. Bólkar, virkir, skúlar og stovnar eru vælkomin at biðja um tilboð á fyrstahjalp@redcross.fo.

Á skeiðinum fært tú:

  • 12 tímar í fyrstuhjálp – 4 modul á 3 tímar.
  • Fyrstuhjálparbók og annað skeiðstilfar.
  • Prógv, ið er altjóða góðkent.

Instruktør, ið er góðkendur av Dansk Førstehjælpsråd.

Send eitt t-bræv og hoyr um dato á fyrstahjalp@redcross.fo.

Stovnar og fyritøkur verða biðin um at skriva til okkum á fyrstahjalp@redcross.fo fyri at fáa eitt óbindandi tilboð. Fyrispurningur má sendast okkum í minsta lagi 14 dagar frammanundan, tit ynskja skeiðið. Vit snikka skeiðið saman eftir tykkara tørvi og arbeiðsumstøðum. Ikki er neyðugt at taka allar 15 tímarnar í senn. Skeiðið kann takast yvir longri tíð.

Modulini

  • Hjartalungnabjarging – HLR (tvey modul)
  • Hetta er tað, sum flest øll kenna sum hjartamassaga
  • Hjartalungnabjarging við AED
  • Hjartamassaga við hjartastartara
  • Fyrstahjálp við sjúkum
  • Hvussu kann eg hjálpa, um onkur verður illa fyri orsakað av sjúku?
  • Lívbjargandi fyrstahjálp
  • Hvussu gevi eg fyrstuhjálp við lívshættisligum vanlukkum og skaðum?
  • Fyrstahjálp við skaða
  • Hvussu kann eg hjálpa einum, sum t. d. hevur fingið eitt lítið sár ella bløðir nasablóð?

Hvørt modul er sum nevnt tríggjar tímar. Hesi kunnu takast í einum ella hvør sær. Tó skulu modulini, sum hava við HLR og HLR v/AED at gera, takast saman – t.v.s. seks tímar.

Skeiðini vera hildin í Stiðjagøtu 6 í Tórshavn.

Yvirskotið frá skeiðvirkseminum hjá Reyða Krossi fer til hjálpararbeiði okkara – bæði her í Føroyum og uttanlands.