Ársins 1. hjálpari Ársins 1. hjálpari
Reyði Krossur Føroya sóknast eftir evnum at heiðra sum "Ársins Fyrstahjálpara 2017".

Tann, sum er í uppskoti, skal í farna ári á serligan hátt hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp.

"Ársins Fyrstihjálpari 2017" fær heiðursbræv frá Reyða Krossi Føroya og eina peningagávu, ið Tryggingarfelagið Føroyar letur.

Reyði Krossur ynskir at varpa ljós á týdningin av at duga fyrstuhjálp og at eggja fólki at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri lív kunnu bjargast.

Einstaklingar, virkir og stovnar kunnu lata inn uppskot, ið verða viðgjørd av fyrstuhjálparinstruktørunum og nevndini hjá Reyða Krossi.

Oyðublað, ið er sent politistøðunum kring landið og eisini fæst á heimasíðuni hjá Reyða Krossi, skal sendast Reyða Krossi Føroya í seinasta lagi 19. januar 2018 á t-post redcross@redcross.fo, sum vanligur postur til Bryggjubakka 10, 100 Tórshavn. Tú hevur eisini møguleika at nýta hesa leinkjuna, sum er ein talgildur frymil ...

"Ársins Fyrstihjálpari 2017" verður tilnevndur týsdagin 27. febr. 2018 kl. 16 hjá Reyða Krossi, Bryggjubakka 10 í Havn.

Tilnevning

Tilmeldingarfrymil til "Ársins Fyrstihjálpari 2017"

Tilmeldingarfrymil um uppskot til tilnevning

Tú hevur eisini møguleika at heinta oyðublaðið sum pdf-fíla ...