Út í heim at hjálpa

Tá vanlukkur raka úti í heimi, tað veri seg náttúru- ella menniskjaskaptar vanlukkur, er Reyði Krossur til altíð til reiðar at senda starvsfólk út at hjálpa. Tí sóknast Reyði Krossur Føroya nú eftir fólki, ið ynskja at luttaka í humanitera hjálpararbeiðinum hjá Reyða Krossi úti í heimi.

Sum útsend/ur fyri Reyða Kross Føroya fært tú kravdu útbúgvingina í Danmark ella Íslandi, og ert hareftir til reiðar at fara út í heim við stuttum skoðbrái. Tað er Reyði Krossur í Danmark, ið skipar altjóða arbeiðið hjá Reyða Krossi Føroya, og tú kanst vænta at verða send/ur út í 3 til 12 mánaðir. Talan er um lønt fulltíðar arbeiði, ið er skipað sambært sáttmála við Reyða Kross í Danmark.

Sum útsend/ur fyri Reyða Kross, ert tú sett/ur í tíðaravmarkað starv, við møguleika fyri at leingja starvið. Hetta er tó treytað av tørvinum á neyðhjálp og menningarsamstarvi í teimum ymisku verkætlanunum. Okkara útsendu hava oftast eina góða avtalu við dagliga arbeiðsgevara sín.

Førleikakrøvini eru treytað av einstøku verkætlanunum, ið Reyði Krossur arbeiðir við. Sostatt eru øll vælkomin at senda Reyða Krossi Føroya CV og umsókn, bæði skrivaði á enskum, á redcross@redcross.fo. Tað er tó altíð ein treyt at vera stinn/ur í enskum, at hava hollar fakligar royndir og útbúgving, og at vera kroppsliga og sálarliga væl fyri. Í løtuni sóknast Reyði Krossur serliga eftir starvsfólki við hesum førleikum:

Starvsfólk við heilsufrøðiligari bakgrund, les meira her                                    

Starvsfólk við psykososialari bakgrund, les meira her                                     

Starvsfólk við bakgrund innan logistikk og flutning, les her  

Starvsfólk við bakgrund innan distributión, les meira her                                

Meira kunning um størvini fæst við at venda sær til Reyða Kross Føroya á tlf. 283630 ella umvegis teldupost redcross@redcross.fo