Út í heim at hjálpa

Tá vanlukkur raka, tað veri seg náttúru- ella menniskjaskaptar vanlukkur, er Reyði Krossur til staðar við delegatarbeiði sínum. Tí sóknast Reyði Krossur Føroya nú eftir fólki, ið ynskja at luttaka í hjálpararbeiðinum hjá Reyða Krossi úti í heimi.

Sum delegatur fyri Reyða Kross Føroya fært tú kravdu útbúgvinga í Danmark ella Íslandi, og ert hareftir til reiðar at fara út í heim við stuttum skoðbrái. Tað er Reyði Krossur í Danmark, ið skipar altjóða arbeiðið hjá Reyða Krossi Føroya, og tú kanst vænta at verða send/ur út í 3 til 12 mánaðir. Talan um lønt fulltíðar arbeiði.

Sum delegatur fyri Reyða Kross, ert tú sett/ur í tíðaravmarkað starv, við møguleika fyri at leingja starvið. Hetta er tó treytað av tørvinum á neyðhjálp og menningarsamstarvi í teimum ymisku verkætlanunum. Delegatar okkara hava oftast eina góða avtalu við dagliga arbeiðsgevara sín.

Um hetta ljóðar áhugavert, ert tú vælkomin at senda Reyða Krossi títt CV saman við stuttari motiveraðari umsókn. Í løtuni sóknast Reyði Krossur eftir fólki við hesum førleikum:

Delegatar við heilsufrøðiligari bakgrund, les meira her.                                   

Delegatar við psykososialari bakgrund, les meira her.                                    

Delegatar við bakgrund innan logistikk og flutning, les her. 

Delegatar við bakgrund innan distributión, les meira her.                               

Meira kunning um størvini fæst við at venda sær til Reyða Kross Føroya á tlf. 283630 ella umvegis teldupost redcross@redcross.fo