Reyði Krossur hevur fýra endurnýtsluhandlar. Eina bókasølu í Vágsbotni í Tórshavn, ein klædna- og smálutshandil á Bryggjubakka í Tórshavn, klædnahandilin í Stiðjagøtu í Tórshavn og ein klædnahandil í Vági.

Vit savna inn góð og heil brúkt klæðir, brúktar skógvar og taskir í endurnýtslubingjur okkara kring landið. Sí Bingjur fyri nærri lýsing um, hvar hesar standa.

Á hvørjum ári savna vit áleið 75 tons av klæðum frá almenninginum. Vit skilja klæðini og selja tey í okkara endurnýtsluhandlum. Eisini nýta vit nøkur av klæðunum í Reyða Kross Klædnahjálpini, har vit hjálpa føroyskum familjum, ið hava hjálp fyri neyðini. Vit fáa ikki selt øll klæðini í Føroyum og meginparturin av innsavnaðu klæðunum verður tí fluttur til Reyða Kross í Danmark, ið tekur sær av klæðunum. Nakrar ferðir um árið hava vit loppumarknað í hølum okkara í Stiðjagøtu 6 í Havn. Eini tvær vikur undan loppumarknaðinum, savna vit inn lutir at selja. Vit taka flest allar lutir, ið eru heilir og nýtiligir, tó ikki elektriskar lutir so sum sjónvarp og líknandi.