Reyði Krossur hevur 9 endurnýtslubingjur standandi kring landið.

Filter by

Uttanfyri Keypssamtøkurnar í Klaksvík, Fuglafirði, Runavík og Miðvági eru bingjurnar hjá okkum at finna.
Afturat hesum hava vit eina bingju standandi uttanfyri Sparni í Skopun og fýra bingjur uttanfyri hølir okkara í Stiðjagøtu 6 í Havn.

Bingjurnar eru til góð, rein og heil brúkt klæðir, skógvar og taskir.

Umráðandi er, at alt er í posum, og at væl er bundið fyri.

Kemur tú fram á eina bingju, ið er full ring vinarliga á skrivstovu okkara.