Hjálp okkum við frímerkjum!

Reyði Krossur Føroya tekur fegin ímóti frímerkjum, myntum og pengaseðlum.

Alt, sum kemur inn, skilja og selja vit á uppboðssølum í Føroyum og uttanlands.

Innkomni peningurin fer til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi bæði í Føroyum og uttanlands.

Tilfarið kann latast inn í Reyða Kross endurnýtsluhandlarnar í Tórshavn og í Vági.

Ynskist avheintan, ring til skrivstovuna tlf. 319630 ella til virksemisleiðaran Sven Nørspang tlf. 251647.

Eisini ber til at seta seg í samband við Reyða Kross Føroya hesum viðvíkjandi á redcross@redcross.fo.