o Klædnainnsavning og skiljing

Klædnainnsavningin og flutningstænastan hava níggju bingjur standandi kring landið. Fýra eru uttanfyri hjá Reyða Krossi í Stiðjagøtu 6 í Havn. Hinar eru við FK handlar kring landið - í Klaksvík, Fuglafirði, Saltangará, Miðvági og Skopun. Bingjurnar verða tømdar hvønn mikudag.

Innsavnaðu klæðini verða avskipað til skiljingar í Stiðjagøtu.

Onnur ábyrgdarøki í Klædnainnsavningini og flutningstænastuni eru millum annað flutningur millum hølini í Stiðjagøtu og Bryggjubakka, ruskkoyring, viðlíkahald av bilinum, viðlíkahald av bingjunum kring landið og ymiskar aðrar uppgávur. Tað verða savnaðir næstan 200 sekkir av klæðum um vikuna.

11 sjálvboðin eru virkin í Klædnainnsavningini og flutningstænastuni, ið er skipað við einum leiðara.

Klædnaskiljingin er ein stórur partur av endurnýtsluvirkseminum hjá Reyða Krossi. Eini 30 sjálvboðin eru knýtt at hesum virkseminum.

Innkomin klæðir verða skild í Stiðjagøtu. Klæðini verða skild soleiðis, at nakað fer í endurnýtsluhandilin á Bryggjubakka, í Stiðjagøtu, til Vágs og til Klædnahjálpina, meðan ein partur verður seldur til Týsklands.

Virksemisleiðarir

Innsavning:
Knút P. Jacobsen, 228486
Skiljing:
Inga Joensen, tlf. 274842

Bústaður

Stiðjagøta 6
100 Tórshavn

Hvussu taki eg lut

Tú er vælkomin at luttaka við at seta teg í samband við Knút ella Ingu ella senda okkum eini boð við frymilinum her á síðuni.

Samband