Reyði Krossur Klædnahjálpin

Fá hjálp frá Reyða Kross Klædnahjálpini

Reyði Krossur KlædnahjálpinKlædnahjálpin hjá Reyða Krossi Føroya hjálpir familjum, ið ikki eru so væl fyri fíggjarliga. Foreldur, ið hava tørv á hjálp, kunnu fáa klæðir til børn upp til 18 ár. Klæðini eru frá okkara klædnaskiljing og eru í góðum standi, rein og tíðarhóskandi.

Øll, sum hava tørv á at fáa hjálp til klæði til síni børn, eru vælkomin at seta seg beinleiðis í samband við Reyða Kross Klædnahjálpina á hesi telefonnummur:

Jóhanna: 283670
Gunn: 283670

So avtala vit beinanvegin, nær og hvussu tit fáa klæðini.

Eisini ber til at ringja til skrivstovuna á tlf. nr. 283630 ella senda okkum t-bræv á redcross@redcross.fo.

Í 2013 byrjaði eitt nýtt sosialt virksemi í Reyða Krossi Føroya – Reyða Kross Klædnahjálpin.

Reyða Kross Klædnahjálpini
Her veita vit góð barnaklæðir frá klædnaskiljing okkara til familjur í Føroyum, ið hava tørv á hesi hjálp.

Hetta eru familjur, har tey vaksnu hava mist arbeiðið ella hava eina lága inntøku – ella tey eru rakt av sjúku og/ella ymiskum sosialum trupulleikum.

Reyða Kross Klædnahjálpin bjóðar eisini Herberginum at fáa góð klæðir til teirra brúkarar, eins og vit samskifta við Kvinnuhúsið og bjóða teimum bráðfeingispakkar við klæðum bæði til vaksin og børn, tá onkur av teirra brúkarum fær tørv á hesum.

Reyða Kross Klædnahjálpin er skipað við einum leiðara og tveimum varaleiðarum.