Landsinnsavningin

Landsinnsavningin 2016

Úrslitið av landsinnsavningini 2016. Reyði Krossur Føroya takkar fyri tann stóra stuðulin vit hava fingið.

Tórshavn, Argir, Hoyvík, Hvítanes

0
Stuðul frá Tórshavn, Argir, Hoyvík og Hvítanes

Restina av Føroyum

0
Stuðul frá restina av Føroyum

Reyði Krossur skipar á hvørjum ári fyri eini landsinnsavning um heystið. Í september. Vit ganga tá hús í hús við bússum og savna inn pening til hjálpararbeiði okkara í Føroyum og uttanlands.

Umframt árligu landsinnsavningina savna vit inn pening til hjálpararbeiðið okkara alt árið.

Til ber at stuðla hjálpararbeiðinum hjá Reyða Krossi umvegis heimasíðuna, umvegis okkara kontur í føroysku peningastovnunum og gjøgnum okkara innsavningar-telefonnummar 90 56 56.

Hvørja ferð tú ringir á 90 56 56, stuðlar tú Reyða Krossi við 150 krónum.

Afturat hesum kann henda, at Reyði Krossur skipar fyri bráðfeingis innsavningum í sambandi við brádligar og/ella ógvusligar hendingar og støður.