Tíðindi, dagføringar v.m. frá Reyða Kross Føroyar

Sambinding verður týskvøldið á Býarbókasavninum í Havn.

Intertwining will be held Tuesday night at the Minicipal Library. The evening starts with a language course at 19.00.

Please join us for a nice evening where 'new' and 'native' Faroese people meet and mingle.

Sambinding - IntertwiningFeb 6, 7:30pmBýarbókasavnið, Niels Finsensgøta 7, 100 TórshavnIt is time for Intertwining again.

Tuesday night we will meet at the Municipal Library in downtown Tórshavn for an evening where we mingle, talk, 'hugna okkum' and just have a nice time.

The evening starts at 7 p.m. with a Faroese language course for beginners. The course is free of charge.

Sharon Christiansen, originally from India, will tell us how she survived her first years in the Faroe Islands.

Please join us for a nice evening with the aim of improving integration and the meeting between 'new' and 'native' Faroe Islanders. The arrangement is free of charge and everybody is more than welcome.

----------

So er Sambinding aftur á skránni. Týskvøldið hittast vit á Býarbókasavninum at hugna okkum saman við føroyingum úr øllum heiminum.

Kvøldið byrjar klokkan 19 við málskeiði í føroyskum fyri tilflytarar, sum ikki duga stórvegis føroyskt.

Sharon Christiansen, sum er ættað úr India, fortelur okkum, hvussu hon upplivdi tað at flyta til Føroyar fyri nógvum árum síðani.

Endamálið við Sambinding er at fremja integratión og sambandið millum nýggjari og innføddar føroyingar.

Verið vælkomin.
... Sí meira ...Sí minni ...

Sambinding - Intertwining

2 vikur síðan

... Sí meira ...Sí minni ...

3 vikur síðan

Birgir Nielsen, formaður fyri Betri Stuðul og Jóannes Ejdesgaard, formaður fyri Reyða Kross Føroyar
Stuðulin er markaður til verkætlanina “Í Reyða Krossi trívast vit” í samband við, at Reyði Krossur Føroya er partur av stóru verkætlanini ABC fyri Sálarliga Heilsu.
Jóannes Eidesgaard, formaður fyri Reyða Kross Føroya, fegnast um, at Betri Stuðul letur peningagávu til verkætlanina.
- Hetta ger, at vit nú hava peningaliga orku, at taka lut í landsumfatandi verkætlanini, ABC fyri Sálarliga heilsu, sum Fólkaheilsuráðið stendur fyri.
Birgir Nielsen formaður í Betri Stuðli sigur, at Betri ynskir at ganga á odda, tá talan er um at vísa samfelagsliga ábyrgd og stuðla samfelagsgagnligum virksemi, sum kemur okkara borgarum til góðar.
Stuðulin til hesa verkætlanina fer m.a. at vera nýttur til førleikamenning og tiltøk fyri teimum umleið 200 sjálvbodnu hjá Reyða Krossi Føroya, sum hvønn dag gera nakað fyri sálarligu heilsuna hjá føroyingum.
ABC verkætlanin er grundað á nýggja umfatandi gransking innan sálarliga heilsufremjan, ið greitt bendir á, at tað ber til at verja og styrkja sálarligu heilsuna, við at fylgja ráðunum: “ver virkin, ver saman og ver hugbundin”.
Virksemið hjá teimum sjálvbodnu hjá Reyða Krossi Føroya fevnir m.a. um samarittar, sum skapa tryggleika; vitjanarvinir, sum eru við til at fremja sálarligu heilsuna hjá einsamøllum; klædnahjálpina, ið veitir barnafamiljum hjálp; sambinding, ið virkar fyri at menna integratiónsøkið í Føroyum, og undirvísing innan kroppsliga og sálarliga fyrstuhjálp. Harafturat er stórt virksemi kring landið við klædnainnsavning og -skiljing til endurnýtsluhandlar, og ein vælvitjað bókasøla er í Vágsbotni, ið hevur opið hvønn dag í vikuni.
- Til árligu landsinnsavningina eru uml. 450 sjálvboðin virkin. Stuðulin frá Betri Stuðli skal m.a. nýtast til førleikamenning av sjálvbodnum, at byggja brýr, og til at virka fyri heilsufremjan í sambandi við sjálvboðið arbeiði og harvið menna trivnaðin í Reyða Krossi, sigur Birgir Nielsen, formaður fyri Betri Stuðul.
... Sí meira ...Sí minni ...

4 vikur síðan

1 mánaði síðan

... Sí meira ...Sí minni ...

2 mánaðar síðan

Viðmerkingar á Facebook

Jakup Nolsoe Olsen

Halgir, Regin, Jógvan 👌🏼👏🏼

Fá hjálp frá Reyða Kross Klædnahjálpini

Klædnahjálpin hjá Reyða Krossi Føroya hjálpir familjum, ið ikki eru so væl fyri fíggjarliga. Foreldur, ið hava tørv á hjálp, kunnu fáa klæðir til børn upp til 18 ár. Klæðini eru frá okkara klædnaskiljing og eru í góðum standi, rein og tíðarhóskandi.
Øll, sum hava tørv á at fáa hjálp til klæði til síni børn, eru vælkomin at seta seg beinleiðis í samband við Reyða Kross Klædnahjálpina á hesi telefonnummur:

Jóhanna: 283670
Gunn: 283670

So avtala vit beinanvegin, nær og hvussu tit fáa klæðini.
Eisini ber til at ringja til skrivstovuna á tlf. nr. 283630 ella senda okkum t-bræv á redcross@redcross.fo.
Í 2013 byrjaði eitt nýtt sosialt virksemi í Reyða Krossi Føroya – Reyða Kross Klædnahjálpin.

Her veita vit góð barnaklæðir frá klædnaskiljing okkara til familjur í Føroyum, ið hava tørv á hesi hjálp.
Hetta eru familjur, har tey vaksnu hava mist arbeiðið ella hava eina lága inntøku – ella tey eru rakt av sjúku og/ella ymiskum sosialum trupulleikum.
Reyða Kross Klædnahjálpin bjóðar eisini Herberginum at fáa góð klæðir til teirra brúkarar, eins og vit samskifta við Kvinnuhúsið og bjóða teimum bráðfeingispakkar við klæðum bæði til vaksin og børn, tá onkur av teirra brúkarum fær tørv á hesum.

Reyða Kross Klædnahjálpin er skipað við einum leiðara og tveimum varaleiðarum
... Sí meira ...Sí minni ...

2 mánaðar síðan

... Sí meira ...Sí minni ...

2 mánaðar síðan

REYÐI KROSS HANDILIN Í STIÐJAGØTU ER OPIN SOLEIÐIS: Fríggjadagin 15. og Leygardagin 16. desember frá kl. 10:00 -15:00
😊🎄🎄🎅🤶
VÆLKOMINÁMINNING

nú fríggjadagin 15. og leygardagin 16. desember er handilin opin frá kl. 10-15.😊🎄🎄🎅🤶

VÆLKOMIN
... Sí meira ...Sí minni ...

2 mánaðar síðan

REYÐI KROSS HANDILIN Í STIÐJAGØTU ER OPIN SOLEIÐIS: Fríggjadagin 15. og Leygardagin 16. desember  frá kl. 10:00 -15:00
                                       😊🎄🎄🎅🤶
                                         VÆLKOMIN

Hvør er Ársins Fyrstihjálpari 2017

Reyði Krossur Føroya sóknast eftir evnum at heiðra sum
‘Ársins Fyrstahjálpara 2017’.

Tann, sum er í uppskoti, skal í farna ári á serligan hátt hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp.

‘Ársins Fyrstihjálpari 2017’ fær heiðursbræv frá Reyða Krossi Føroya og eina peningagávu, ið Betri Trygging letur.

Reyði Krossur ynskir at varpa ljós á týdningin av at duga fyrstuhjálp og at eggja fólki at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri lív kunnu bjargast.

Einstaklingar, virkir og stovnar kunnu lata inn uppskot, ið verða viðgjørd av fyrstuhjálparinstruktørunum og nevndini hjá Reyða Krossi.

Oyðublað, ið er sent politistøðunum kring landið og eisini fæst á heimasíðuni hjá Reyða Krossi, skal sendast Reyða Krossi Føroya í seinasta lagi 19. januar 2018 á t-post redcross@redcross.fo ella sum vanligur postur til Bryggjubakka 10, 100 Tórshavn.

‘Ársins Fyrstihjálpari 2017’ verður tilnevndur týsdagin 27. febr. 2018 kl. 16 hjá Reyða Krossi, Bryggjubakka 10 í Havn.

www.reydikrossur.fo T-postadressa: redcross@redcross.fo
... Sí meira ...Sí minni ...

2 mánaðar síðan

Hvør er Ársins Fyrstihjálpari 2017

Reyði Krossur Føroya sóknast eftir evnum at heiðra sum
‘Ársins Fyrstahjálpara 2017’.

Tann, sum er í uppskoti, skal í farna ári á serligan hátt hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp.
 
‘Ársins Fyrstihjálpari 2017’ fær heiðursbræv frá Reyða Krossi Føroya og eina peningagávu, ið Betri Trygging letur.

Reyði Krossur ynskir at varpa ljós á týdningin av at duga fyrstuhjálp og at eggja fólki at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri lív kunnu bjargast.

Einstaklingar, virkir og stovnar kunnu lata inn uppskot, ið verða viðgjørd av fyrstuhjálparinstruktørunum og nevndini hjá Reyða Krossi.

Oyðublað, ið er sent politistøðunum kring landið og eisini fæst á heimasíðuni hjá Reyða Krossi, skal sendast Reyða Krossi Føroya í seinasta lagi 19. januar 2018 á t-post  redcross@redcross.fo ella sum vanligur postur til Bryggjubakka 10, 100 Tórshavn. 

‘Ársins Fyrstihjálpari 2017’ verður tilnevndur týsdagin 27. febr. 2018 kl. 16 hjá Reyða Krossi, Bryggjubakka 10 í Havn.

www.reydikrossur.fo T-postadressa: redcross@redcross.fo

Fá hjálp frá Reyða Kross Klædnahjálpini

Klædnahjálpin hjá Reyða Krossi Føroya hjálpir familjum, ið ikki eru so væl fyri fíggjarliga. Foreldur, ið hava tørv á hjálp, kunnu fáa klæðir til børn upp til 18 ár. Klæðini eru frá okkara klædnaskiljing og eru í góðum standi, rein og tíðarhóskandi.
Øll, sum hava tørv á at fáa hjálp til klæði til síni børn, eru vælkomin at seta seg beinleiðis í samband við Reyða Kross Klædnahjálpina á hesi telefonnummur:

Jóhanna: 283670
Gunn: 283670

So avtala vit beinanvegin, nær og hvussu tit fáa klæðini.
Eisini ber til at ringja til skrivstovuna á tlf. nr. 283630 ella senda okkum t-bræv á redcross@redcross.fo.
Í 2013 byrjaði eitt nýtt sosialt virksemi í Reyða Krossi Føroya – Reyða Kross Klædnahjálpin.

Her veita vit góð barnaklæðir frá klædnaskiljing okkara til familjur í Føroyum, ið hava tørv á hesi hjálp.
Hetta eru familjur, har tey vaksnu hava mist arbeiðið ella hava eina lága inntøku – ella tey eru rakt av sjúku og/ella ymiskum sosialum trupulleikum.
Reyða Kross Klædnahjálpin bjóðar eisini Herberginum at fáa góð klæðir til teirra brúkarar, eins og vit samskifta við Kvinnuhúsið og bjóða teimum bráðfeingispakkar við klæðum bæði til vaksin og børn, tá onkur av teirra brúkarum fær tørv á hesum.

Reyða Kross Klædnahjálpin er skipað við einum leiðara og tveimum varaleiðarum
... Sí meira ...Sí minni ...

3 mánaðar síðan

Meira ...