Barnalandið hjá Reyða Krossi hjálpir foreldraleysum og útsettum børnum. Tað bøtir um lívstreytir teirra og tryggjar teimum eina betri framtíð.

Í Malawi eru 800.000 foreldraleys børn. Tey hava antin mist annað ella bæði foreldrini og liva í stórum fátakradømi.

Íløga okkara er savnað í tveimum økjum við áleið 40 bygdum. Eini 8.000 familjir búgva í økinum.

Í bygdunum verða bygdar barnamiðstøðir, ið tryggja skúlagongdini hjá børnunum og stuðla familjum uttan vaksin.