Ársfrágreiðing 2016

Inngangur

Reyði Krossur Føroya er partur av heimsins størsta humanitera felagsskapi við 13.000.000 sjálvbodnum. Og tørvur er á Reyða Krossi, bæði í Føroyum og úti í heimi.

Endamálið hjá Reyða Krossi er at verja lív og heilsu, tryggja virðingina fyri menniskjanum, umframt at verja sínámillum semju, vinalag, samstarv og varandi frið millum øll fólkasløg.

Okkara sjey aðalreglur eru: at vera menniskjanslig, at vera ópartísk, at vera uttanveltað, at vera óheft, at vera sjálvboðin, at vera ein eind og at vera algildug.

Reyði Krossur Føroya er eitt sjálvstøðugt felag, men i altjóðarligum samanhangi eru vit undir Reyða Krossi í Danmark. Reyði Krossur Føroya varð stovnaður 2. apríl 1926 og fylti 90 ár í 2016.

189 av heimsins londum hava eitt tjóðskaparligt Reyða Kross- ella Reyða Hálvmánafelag. Hetta eru øll londini, ið hava undirskrivað Genevesáttmálarnar. Feløgini arbeiða tjóðskaparliga og um møguligt eisini altjóða. Reyði Krossur og Reyði Hálvmáni eru tvey heiti fyri sama felagsskap.

Altjóða Reyða Kross Komitéin, ICRC (International Committee of the Red Cross), arbeiðir í kreppu-, stríðs- og krígsstøðum. Genevesáttmálarnir geva Altjóða Reyða Kross Komitéini, ICRC, heimild til av sjálvseintingum at arbeiða í krígsførandi londum.

ICRC varð stovnað í 1863 og hevur høvuðssæti í Geneve.

Altjóða føderatiónin av Reyða Kross- og Reyða Hálvmánafeløgum, IFRC (International Federation of Red Cross and Red Crescent Societies), er paraplyfelagsskapurin fyri tey 189 tjóðskaparligu feløgini. Føderatiónin (IFRC) arbeiðir saman við Altjóða Reyða Kross Komitéini, ICRC, og tjóðskaparligu Reyða Kross- og Reyða Hálvmánafeløgini í sambandi við vanlukkur og menningarhjálp. IFRC føderatiónin varð stovnað í 1919.

Føderatiónin, IFRC, er saman við tjóðskaparligu feløgunum og Altjóða Reyða Kross Komitéini, ICRC, tað, ið nevnist Altjóða Reyða Kross og Reyða Hálvmána Rørslan. Øll eru tvinnað saman við teimum sjey aðalreglunum, ið vóru viðtiknar í 1965.

Luttøka á Landsfundi hjá Reyða Krossi í Danmark

Trý umboð frá Reyða Krossi Føroya vóru við á landsfundi hjá Reyða Krossi í Danmark. Landsfundurin varð hesaferð hildin í Nyborg í november 2016. Høvuðsevnið á landsfundinum var “Felagsskapur”. Allar framløgur á fundinum tóku støði í hesum evninum. Prins Henrik luttók eina løtu á fundinum og helt røðu, harumframt fekk okkara formaður eisini høvið at røða á fundinum, og tað varð væl móttikið.

Føroysku umboðini vóru eisini inni á gólvinum á landskontórinum í Keypmannahavn. M.a. var høvið at tosa við forkvinnuna á danska Reyða Krossi, Hanna Line Jakobsen. Hon lovaði at fáa enda á stríðnum um klæðini, sum vit senda av landinum. Vit skulu í tí sambandi fáa at vita, hvør kostnaðurin er at selja klæðini, og hvør skal bera útreiðslurnar av flutninginum. Tosað varð eisini við fólk, ið dagliga starvast í danska Reyða Krossi.

Samstarv við United World College Red Cross Nordic

United World College Red Cross Nordic bjóðar einum føroyskum skúlanæmingi, ið á sumri er liðugur í 1. flokki í eini gymnasialari miðnámsútbúgving, at taka eitt altjóða studentsprógv, kallað IB (International Baccalaureate) á einum altjóða studentaskúla í Dale í Noregi.

IB (International Baccalaureate) er ein altjóða studentspróvtøka, ið tekur 2 ár. Eitt IB prógv gevur somu rættindi innan hægri framhaldslestur sum eitt føroyskt studentsprógv.

Endamálið hjá skúlanum er at fremja altjóða sátt og semju í verki, og hetta verður m.a. gjørt við, at næmingar úr umleið 80 ymiskum londum búgva og lesa saman á skúlanum.

Táverandi Landsskúlafyrisiting stílaði í 1995 fyri, at senda fyrsta føroyska næmingin til nýstovnaða United World College skúlan í Noregi. UWC skúlin í Noregi var 10. skúlin av røðum av United World College skúlum. UWC skúlin í Noregi byggir á teimum somu grundvirðunum sum hinir UWC skúlarnir, men hevur harumframt sum endamál at arbeiða við hesum trimum virðissúlum: Umhvørvi, humanitert arbeiði og norðurlendsk virði (t.d. javnrættindi, fólkaræði og virðing fyri minnilutum). UWC skúlin í Noregi arbeiðir sera tætt saman við Reyða Krossi í Noregi. Av tí at UWC í Noregi er stovnaður sum skúli, ið leggur dent á norðurlendsk virði, eru øll norðurlond og sjálvstýrandi norðurlendsk øki umboðað í ráðnum (The Council), ið savnast til ein árligan fund á UWC skúlanum í Noregi.

Landsskúlafyrisitingin ynskti, at eitt felag kom at taka sær av dagliga samskiftinum við UWC í Noregi, t.d. um næmingaupptøku, umboðan í ráðnum og næmingasamband, og tí var gjørt av stovna UWC Føroyar. Fyri at undirstrika tey norðurlendsku og humaniteru sjónarmiðini er nevndin fyri UWC Føroyar sett soleiðis saman: 1 umboð fyri Norrøna Felagið, 1 umboð fyri Reyða Kross Føroya, 2 umboð fyri fyrrverandi næmingar á UWC skúlum, 1 umboð fyri Mentamálaráðid og 1 formaður.

UWC Føroyar stílar á hvørjum ári fyri kunningarfundum í teimum gymnasialu miðnámsútbúgvingum og fyri upptøkusamrøðum, soleiðis at UWC Føroyar kann senda ein skikkaðan næming til UWC í Noregi.

Felags tiltøk fyri teimum sjálvbodnu hjá Reyða Krossi

Tá Reyði Krossur Føroya fylti 90 ár 2. apríl 2016 vóru tey sjálvbodnu, ið eru virkin í Reyða Krossi, boðin til eina hugnaløtu at hátíðarhalda dagin. Røður vóru hildnar og bjóðað var kaffi/te og lagkaka.

Leygadagin 1. oktober 2016 varð skipað fyri einum evnisdegi fyri teimum sjálvbodnu í hølunum í Stiðjagøtu. Endamálið við degnum var at fáa kjak og hugskot frá limunum um vikrsemi hjá Reyða Krossi og um møguligar ætlanir hjá nevndini. Høvuðsevnini vóru nýtsla av bygningunum á Bryggjubakka og í Stiðjagøtu, felagsreglur fyri veitan av gávum, jólaborðhald og hvat Reyði Krossur kann gera betur frameftir.

Kjakið varð skipað í smærri bólkum, og nógv góð hugskot komu fram. Semja var um,at tað er týdningarmikið at hava ein tílíkan evnisdag um árið.

Bygningurin í Stiðjagøtu 6, Tórshavn

1. apríl 2016 fór fyritøkan Safari, ið hevur leiga í fleiri ár, úr hølunum í Stiðjagøtu 6. Hølini vóru slitin, men eru nú sett í stand aftur. Lukkutíð fingu vit nýggjan leigara, ið flutti í hølini 1. juli 2016. Nýggjur leigari er Fjarðhitafelagið. Tey hava leigað skrivstovuhølini á 1. hædd og helvtina av høllini í veghædd. Í leigumálinum er fingin trygd fyri, at bilurin hjá okkum, ið savnar klæði inn, kann koyra inn í høllina.

Leigumálið við Fjarðhitafelagið hevur havt við sær, at tørvur er á at seta skilavegg upp í høllini, fyri at skilja sundur virksemi hjá leigara og eigara. Lions Club Tórshavn lat virkseminum í Stiðjagøtu kr. 20.000 í sambandi við, at Lions Club Tórshavn hevði 50 ára stovningardag 19. november 2016. Stuðulin er brúktur til skilaveggin í høllini. Veggurin er komin upp, so nú er høllin skildrað millum Reyða Kross og Fjarðhitafelagið, og Reyði Krossur hevur fingið eina stóra goymslu til klædnavirksemi.

Endurnýtsluvirksemi hjá Reyða Krossi

Reyði Krossur Føroya hevur eitt umfatandi endurnýtsluvirksemi, og samanlagt eru eini 85 sjálvboðin virkin í hesum virksemi. Klædnainnsavningin savnar inn eina stóra mongd av klæðum í bingjum kring landið, meðan Klædnaskiljingin hjá Reyða Krossi í Stiðjagøtu í Havn skilir hópin av klæðum.

Eisini verður í Reyða Krossi tikið ímóti og skilt væl av bókum, frímerkjum og nakað av lutum.

Vit hava fýra endurnýtsluhandlar: Í Tórshavn hava vit eina bókasølu í Vágsbotni, ein klædna- og lutahandlil á Bryggjubakka, ein klædnahandil í Stiðjagøtu, og so hava vit ein klædna- og lutahandil í Vági. Harafturat savna vit inn brúkt frímerki.

Reyða Kross Endurnýtsluhandilin á Bryggjubakka í Tórshavn

Inntøkan í 2016 var kr. 208.000, ið er nakað meira enn í 2015, tá inntøkan var kr. 180.400.

Byggiarbeiðið av trappuni, sum merkti handilin í 2015, var liðugt á sumri 2016, og tað sást skjótt aftur á søluni.

Evnisvikur hava ikki verið í handlinum í 2016, orsøkin er, at tað er annaðleiðis nú, síðan handilin í Stiðjagøtu fór til verka. Áðrenn hópaðu klæði seg upp, so sum cowboy buksir, ítróttarklæði o.a. So tá bar væl til við evnisvikum.

Handilin á Bryggjubakka er broyttur soleiðis, at vit nú hava nógv størri úrvæl av klæðum enn fyrr, og tað hevur eisini merkt søluna.Vit fáa ikki nógvar lutir longur, men hava tó eitt sindur.

Myndir verða lagdar út á Facebook síðuna hjá handlinum hvørja viku. Í løtuni eru útvið 2.000 brúkarar, og hetta er ein góður sýnisgluggi hjá okkum. Serliga er tað tær føroysku troyggjurnar, sum eru væl umtóktar, og verða fleiri av teimum vaskaðar og umvældar, áðrenn tær fara í handilin, og stór tøkk er uppiborðin fyri tað stóra arbeiði, ið verður lagt her.

Tað eru umleið 30 kvinnur, ið manna handilin 4 dagar um vikuna, týsdag til fríggjadag kl. 13.30-17.30. Umframt mánadagar, har 2 hold á 4-5 kvinnur prísa og heingja klæðir upp.

Reyði Krossur hevur havt endurnýtsluhandilin á Bryggjubakka síðani 2006. Handilin er skipaður við einum leiðara og tveimum varaleiðarum, og annars er ein, sum varðar av hvørjum vikudegi sær.

Reyða Kross endurnýtsluhandilin í Stiðjagøtu í Tórshavn

Inntøkan í 2016 var kr. 318.000, og handilin hevur verið sera væl vitjaður, síðan hann læt upp í Stiðjagøtu, leygardagin 2. apríl 2016.

Tá handilin lat upp, varð lýst soleiðis á heimasíðuni hjá Reyða Krossi: “Kul og lekkur klæðir í nýggjari klædnasølu í Havn.”

Endurnýtsluhandilin hevur nú verið opin næstan 1 ár, og sølan hevur verið stak góð. Vit søgdu okkum verða nøgd, um sølan var umleið kr. 5.000 hvønn leygardag, men sølan hevur verið tað dupulta í minsta lagi.

Okkara dreymur er at hava opið ein dag mitt í viku eisini, men tað verður ikki, fyrr enn vit hava fingið nógv fleiri fólk.

Í november høvdu vit jólaborð fyri handilsfólkunum, skiljifólkunum og bilførarunum. Maturin var sera góður og kvøldið sera hugaligt.

Til jóla var handilin stongdur í ein mánaða, og kom hetta av, at tað var ikki nokk manning til handilin.

Afturfyri høvdu vit opið 3. og 10. desember frá kl. 10 til 18 við 2 vaktum og stak góðari sølu, so peningaliga misti handilin ikki nógv. Handilin er komin uppá pláss, hóast okkurt manglar enn.
Hóast vit hava fingið nýggja goymslu við stuðli frá Lions, har klæðini verða skild og hongd upp til báðar handlarnar, so er tað enn nakað trongt, tí vit fáa so nógv klæðir.

Handilin er opin hvønn leygardag klokkan 10 til 15. Her eru góð, smart, øðrvísi, kul og lekkur klæðir frá endurnýtsluni hjá Reyða Krossi. Klæðir eru til børn, ung og vaksin.

Reyða Kross Endurnýtsluhandilin í Vági

Í 2016 seldi endurnýtsluhandilin í Vági fyri kr. 45.300. Hetta eru áleið kr. 12.000 meira enn í fjør.

Endurnýtsluhandilin í Vági heldur til í einum góðum handilshøli í bygdini. Í løtuni eru einar 14 sjálvbodnar kvinnur, sum virka í sambandi við endurnýtsluhandilin í Vági.

Handilin er opin fýra dagar um vikuna. Mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 14.00 til 17.30 og leygardag kl. 10.00 til 13.00.

Handilin er skipaður við einum leiðara.

Mánadag og mikudag eru tríggjar til fýra sjálvbodnar kvinnur í handlinum. Fríggjadag og leygardag eru ein til tvær sjálvbodnar í handlinum. Hetta liggur í føstum skema.

Tær sjálvbodnu kvinnurnar skilja og strúka eisini klæðir, teir dagarnar handilin er opin. Eisini skipa tær fyri, at kaffi, te og annað verður sponsorerað av privatum fólki og handlum har um leiðir.

Reyða Kross Endurnýtsluhandilin í Suðuroy læt dyrnar upp á sumri í 2011.

Reyða Kross Bókasølan

Aftur í ár gekk sera væl við Bókasøluni. Sølan í 2016 var kr. 162.000. Hetta er kr. 7.000 meira enn seinasta ár.

Vælvitjaða Reyða Kross Bókasølan í Vágsbotni í Havn er eitt slag av sjálvtøku, har fólk keypa bøkur og gjalda uttan nakað eftirlit. Bókasølan er opin sjey dagar um vikuna.

Bókasølan er skipað við einum leiðara. Tíggju sjálvboðin eru knýtt at Bókasøluni.Tríggir mans hava dagliga eyguni við Bókasøluni, ið hevur opið allar sjey dagar í vikuni. Teir eru framvið og hyggja, um nakað nýtt er komið, og tá neyðugt er, leggja teir nýggjar bøkur fram. Afturat teimum trimum, ið varða av Bókasøluni, eru eisini átta fólk, ið eftir fastari skipan lata upp og læsa morgnar og kvøld.

Hvørt mikukvøld millum kl. 19.00 og 21.00 hittast teir og hava opið. Tá hava fólk høvi at koma við bókum og øðrum. Hetta eina kvøldið í vikuni koma ofta aðrir menn inn á gólvið og fáa ein kaffimunn og eitt prát. Hetta eru serliga menn, ið eru knýttir at Bókasøluni, ella menn, ið fyrr hava verið virknir í Reyða Krossi. So til ber at siga, at hetta mikukvøldið eisini er eitt sosialt mannfólkakvøld í Reyða Krossi.

Bókasølan fær allar bøkurnar ókeypis, og útreiðslurnar eru nærum ongar, tí munar Bókasølan ógvuliga væl hjá virkseminum í Reyða Krossi.

Klædna-innsavningin og -skiljingin

Klædnainnsavningin og flutningstænastan hava níggju bingjur standandi kring landið. Fýra eru uttanfyri hjá Reyða Krossi í Stiðjagøtu 6 í Havn. Hinar eru við FK handlar kring landið – í Klaksvík, Fuglafirði, Saltangará, Miðvági og Skopun. Bingjurnar verða tømdar hvønn mikudag.

Innsavnaðu klæðini verða avskipað til skiljingar í Stiðjagøtu. Skopun hevur eina serstaka skipan, og klæðini hagani verða koyrd til Havnar við jøvnum millumbilum.

Umframt innsavning av endurnýtsluklæðum hava Klædnainnsavningin og flutningstænastan ábyrgdina av, at innsavnaðu klæðini verða send av landinum aftaná skiljingina. Í 2016 eru 17 bingjur á uml. 5 tons við klæðum sendar til DRK. Samanlagt sendi RKF 85 tons.

Onnur ábyrgdarøki í Klædnainnsavningini og flutningstænastuni eru millum annað flutningur millum hølini í Stiðjagøtu og Bryggjubakka, ruskkoyring, viðlíkahald av bilinum, viðlíkahald av bingjunum kring landið og ymiskar aðrar uppgávur. Tað verða savnaðir næstan 200 sekkir av klæðum um vikuna.

11 sjálvboðin eru virkin í Klædnainnsavningini og flutningstænastuni, ið er skipað við einum leiðara.

Klædnaskiljingin er ein stórur partur av endurnýtsluvirkseminum hjá Reyða Krossi. Eini 30 sjálvboðin eru knýtt at hesum virkseminum.

Hvørt mikukvøld verða innkomin klæðir skild í Stiðjagøtu. Klæðini verða skild soleiðis, at nakað fer í endurnýtsluhandilin á Bryggjubakka, í Stiðjagøtu, til Vágs og til Klædnahjálpina, ið hjálpir fíggjarliga sperdum fólkum, meðan ein stórur partur fer til Reyða Kross í Danmark.

Eftir at klædnainnsavningarbingjurnar vórðu settar upp í august 2012, er torført at fáa skilt alt, tí so nógv klæðir koma inn hvørja viku. Ein partur av klæðunum fer tí óskildur til DRK. Mett verður eisini, at innkomin klæðir svarandi til áleið fimta hvønn posa og meira, eru í so ringum standi, at tey ikki kunnu fara til klædnasølu, men verða beind burtur. Og í nøkrum av posunum eru klæðini skrødd og skitin.

Klædnaskiljingin er skipað við einum yvirskipaðum virksemisleiðara og einum leiðara fyri hvønn skiljubólk.

Filateli

Inntøkurnar í 2016 vóru kr. 8.300, ið er væl meira enn í 2015, tá inntøkan var kr. 5.450. Ágóðin verður settur inn á konto hjá RKF.

Eins og í fjør hevur ikki verið nógv at gjørt hesum viðvíkjandi. Fitt av frímerkjum eru tó komin inn, okkurt er selt á uppboðssølu uttanlands, og fleiri posar eru latið til ein bólk av monnum, ið klippir merkini av og selja á uppboðssøla.

Fyrstahjálpin

Í 2016 hevði fyrstahjálpin kr. 29.050 í inntøku. Hetta er væl minni enn í fjør, tá inntøkan var kr. 64.770. Ein orsøk til hetta kann vera, at vit hava einans tríggjar instruktørar – harav tveir eru aktivir í løtuni. Tað er tí ynskiligt, at fleiri instruktørar verða útbúnir, so at vit eisini eru kappingarfør innan tað økið.

Fyrstahjálpin hevði eitt sindur av virksemi í 2016. Eins og seinnu árini hava vit hildið nøkur grundskeið í fyrstuhjálp. Fyrstuhjálparinstruktørarnir hava undirvíst í vanligu fyrstuhjálparskeiðum, dagføringarskeiðum og í ferðslutengdari fyrstuhjálp. Ikki hava tað verið so nógv almenn skeið – heldur hava instruktørarnir verið úti á stovnum og skúlum og havt skeið.

Reyði Krossur hevur tilgongd av stovnum og virkjum, ið ynskja skeið frá okkum. Síðan AED (hjartastartarar) eru komnir ymsa staðni kring landið, hevur eftirspurningurin verið stórur eftir júst hesum skeiðinum.

Prísirnir hjá Reyða Krossi eru kappingarførir við hinar veitararnar av fyrstuhjálparskeiðum. Kappingin er hørð á marknaðinum, og tað eru nógv, ið veita skeið í fyrstuhjálp.

Ársins Fyrstihjálpari

Tríggjar hendingar og fýra persónar vóru í uppskoti sum “Ársins Fyrstihjálpari 2016” hjá Reyða Krossi Føroya.

Teir, ið eru í uppskoti sum “Ársins Fyrstihjálpari 2016” eru hesi í tilvildarligari raðfylgju:

Birgir Holm, Tórshavn, fyri at handla skjótt og rætt og fyri at veita kropsliga og sálarliga fyrstuhjálp, tá pápin fekk heilabløðing (aneurismu) umborð á Polahavi úti á Føroya Banka.

Hendrik Vilhelm Joensen, Kollajørð, og Suni Hermansen, Signabø, fyri við dirvi og hegni at veita lívbjargandi fyrstuhjálp í einari truplari støðu, tá teirra 19 ára gamli starvsfelagið brádliga small um inni í skúrðinum á arbeisðplássinum.

Rólvur í Norðnastovu úr Mikladali, fyri at veita fyrstuhjálp og gott handalag við seyming av sári, tá pápin fekk skaða undir jólaódnini, har hann skuldi samla tilfar upp.

Av tí at tilnevningin fyrst verður kunngjørd aftaná aðalfundin, verður tað ikki avdúkað í hesari ársfrágreiðing, hvør verður “Ársins Fyrstihjálpari 2016”.

Hetta verður fimtanda ferðin, at Ársins Fyrstihjálpari verður kosin av Reyða Krossi. Tey tilnevndu fáa øll eitt heiðursbræv frá Reyða Krossi, og Betri Trygging letur ein kekk uppá kr. 5.000 til vinnaran, og tey, ið eru í uppskoti, fáa eina gávu.

Samarittarnir

Samarittarnir høvdu kr. 154.500 í inntøku í 2016, ið er eitt sindur meira enn í 2015, tá inntøkan var kr. 130.500.

Reyða Kross samarittarnir eru skipaðir við einum virksemisleiðara. Reyði Krossur hevur 18 útbúnar samarittar (við í hesum eru eisini toymisleiðarar og vaktleiðarar), og 7 næmingar eru undir útbúgving til samarittar. Harafturat eru 3 observatørar.

6 samarittar vóru við á stóra tónleikafestivalinum í Jelling í Danmark, har tey arbeiddu saman við donsku samarittunum. Føroysku samarittarnir hava nú í fleiri ár fingið sær góðar royndir við at arbeiða saman við donsku samarittunum á hesum stóra festivali.

Samarittarnir eru við á flestu festivalum og stevnum í Føroyum og vóru við til 20 tiltøk í 2016.

Peningagávur til Reyða Kross

Í 2016 lótu fólk peningagávur til Reyða Kross uppá kr. 254.000.

Fólk hava møguleika at stuðla Reyða Kross við peningagávum á konto í peningastovnum, ið standa á heimasíðuni ella við at ringja til tlf. 905656.

Peningakistil og bússur

Peningakistilin, ið stendur í tax-free handlinum á flogvøllinum, varð tømdur fyri fyrstu ferð í ár, og vóru kr. 6.300 í honum. Í bússum, ið standa á ymsum arbeiðsplássum og handlum komu kr. 5.700 inn.

Vit hava fingið ein kistil afturat, ið verður uppsettur í næstum.

Landsinnsavningin 2016

Fólk stuðlaðu innsavningini væl í ár, leygardagin 17. september. Inn komu kr. 950.000, harav kr. 815.000 í bússunum, og restin var stuðul beinleiðis frá fólki og á heimasíðuni hjá Reyða Krossi.

Runt um í landinum eru nógv ábyrgdarfólk, ið taka sær av einum øki, og tilsamans gingu uml. 400 fólk við bússum. Hetta fegnast felagsskapurin stórliga um og takkar hjartaliga føroyingum fyri stuðulin og takkar teimum mongu, sum gingu hús úr húsi við bússum. Hetta svarar til, at hvør føroyingur lat á leið kr. 19, og er hetta munandi meira pr. íbúgva enn í øðrum londum.

Í nevndini fyri landsinnsavningin vóru 5 fólk fyriuttan dagliga leiðaran. Nevndin hevur m.a. arbeitt við at gera ein manual fyri innsavningararbeiðið, men tað arbeiði er ikki liðugt enn.

Endamálið við landsinnsavningini 2016 var, at vit skulu hjálpa mongu flóttafólkunum í Miðeystri, sum antin eru flóttar í grannalondunum ella í egnum landi. Pengarnir fara til keyp av teppum, teltum, reinførispakningum, heilivági og til reint vatn. T.d. røkka kr. 150. til 3.000 litrar av reinum drekkivatni, kr. 200 røkka til tjaldbúðir at verja tvær flóttafólkafamiljur móti regni og vindi, og kr. 500 røkka til mat til 15 svong børn í ein mánaða.

Partur av landsinnsavningini verður goymdur, soleiðis at Reyði Krossur skjótt kann veita eina hjálpandi hond, tá jarðskjálvti, turkur ella onnur vanlukka bráddliga hendir.

Vitjanartænastan

Vitjanartænastan hjá Reyða Krossi gongur sera væl. Vit hava 36 vitjanarvinir. Vitjanartímar fyri 2016 eru 1.158 tímar.

Eitt tema hevur verið í blaðnum “Kvinnu” um einsemi, hvar vit greiddu frá Vitjanartænastuni. Greinin kom í blaðið í januar 2016. Eisini var ein grein um eina kvinnu, sum fær vitjan av Vitjanartænastuni, og hon greiddi frá sínum lívi, um bæði gleði og sorg.

Vit fingu gjørt nýggjar ókeypis faldarar í 2016. Faldararnir liggja í læknaviðtalurúmum og øðrum almennum stovnum, har fólk koma.

Reyði Krossur í DK hevur havt skeið í “Medmenneskelighed i praksis” og “psykosocial støtte”, ið vit luttøku á, og hevur hetta verið ein góður stuðul í sambandi við samskifti okkara í Vitjanartænastuni.

Lesandi á Fróðskaparsetrinum og Handilsskúlanum hava skrivað grein um okkara arbeiði.

Landssjúkrahúsið arbeidir við at seta eina vitjanartænastu í gongd í samstarvi við Reyða Kross.

Vitjanartænastan samstarvar við Boðanesheimið. Tað eru nøkur ár síðani, at skipanin um eitt “Undirhús”, var sett í gongd. Tað er ein av okkara vitjanarvinum, sum stendur fyri “Undirhúsinum” á Boðanesheiminum og er tað sera væl umtøkt. Har møtast menn frá dagtilhaldinum saman við búfólki, og kunnu teir teljast upp í 25-30 mans. “Undirhúsið” á Boðanesheiminum er opið hvønn mikudag í 2 tímar.

Ein grein var í Dimmalætting í november, har greitt varð frá Vitjanartænastuni. Eisini varð greitt frá á Portal.fo um einsemi hjá persónum á jólum og hvussu Vitjanartænastan kann hjálpa.

Reyði Krossur var á fundi hjá Kommunufelagnum á Hotel Hafnia, har allir borgarstjórar vóru til staðar og har greiddu vit frá Vitjanartænastuni og løgdu okkara faldarar fram. Aftaná hendan fundin varð samband fingið við Vága kommunu og Sørvágs kommunu, ið vildu hava samstarv og hjálp til at fáa eina Vitjanartænastu í gongd í Vágunum. Eisini hevur vitjan verið hjá Tvøroyra kommunu og Vágs kommunu.

Beint fyri jól var Vitjanartænastan sett í verk á Tvøroyri. Tíðindini komu á portalin.fo. Vit hava havt 2 hugnaløtur saman við vitjanarvinum við fakligum innleggi. Til jólahugna fingu vit fyritøkur at stuðla við mati og sodavatni. Vitjanarvinirnir greiddu frá gongdini gjøgnum árið, og hugaligt var at hoyra um, hvussu væl nøgd fólk eru og hvat tey fáa burtur úr.

Klædnahjálpin

Reyða Kross Klædnahjálpin bleiv sett á stovn tíðliga á vári 2013. Fýra sjálvboðin eru virkin í bólkinum. Reyða Kross Klædnahjálpin er skipað við einum virsemisleiðara og varaleiðara.

Klædnahjálpin veitir góð barnaklæðir frá klædnaskiljing okkara til familjur í Føroyum, ið eru fíggjarliga illa fyri og hava ilt við at fáa endarnar at røkka saman. Hetta eru barnafamiljur, har foreldur eru lesandi ella familjur, ið eru raktar av sjúku og/ella av ymiskum sosialum trupulleikum. Klædnahjálpin fær nógv hágóðskuklæðir, ið verða latin Klædnahjálpini beinleiðis og eyðmerkt henni at lata í Føroyum. Haraftrat senda hjartagóðar kvinnur okkum nýbundin pløgg, serliga troyggjur, húgvur og hosur at geva børnunum.

Fyrst í árinum 2016 gjørdu vit av at broyta mannagongdina við útflýggjan av klæðum.

Vit ynskja, at foreldrini seta seg beinleiðis í samband við okkum, kanska eisini við, at onnur stuðla teimum í tí – tað kann vera næstringar, heilsusystrar, læknar, jarðarmøður, lærarar og onnur góð fólk. Á henda hátt meta vit, at vit betur røkka teimum, sum eru ringast fyri. Vit høvdu varhuga av, at hesi mangan aftraðu seg við at koma at fáa sær klæðir meðan tiltøkini vóru, tí tey vóru rættiliga almenn.

Ætlanin er at gera plakatir at heingja á serlig støð, og smáskriv í postkortstødd at koyra út á so nógva støð, sum til ber.

Í summar hongdu vit fyribilsskriv á nøkur viðkomandi støð við boðum um, hvussu samband kundi fáast við Reyða Kross Klædnahjálpina.

Til jólar fingu børnini eina lítla gávu hvør, tá tey komu eftir klæðum og hetta vóru tey sera glað fyri.

Reyða Kross Klædnahjálpin samstarvar við Herbergið, soleiðis, at teirra brúkarar fáa góð klæðir og seingjarklæðir, eins og Kvinnuhúsið verður hjálpt við bráðfeingis klædnahjálp, tá tørvur er á hesum.

Í sambandi við hjálpina til Herbergið eru fleiri kvinnur, sum binda húgvur og hosur til brúkararnar.

Ein grein um Klædnahjálpina kom í avísina Le Monde Diplomatique í januar 2016. Avísin hevði samrøðu við Klædnahjálpina um sjálvboðið arbeiði í Norðurlondum, eins og journalisturin var við Klædnahjálpini á Herberginum.

Klædnahjálpin verður lýst á okkara egnu heimasíðu, á fleiri øðrum viðkomandi heimasíðum og facebookbólkum.

Neyðhjálp, bráðfeingishjálp og menningarhjálp

Samlaða upphæddin, ið Reyði Krossur Føroya læt til hjálp uttanlands í 2016 var kr. 1.000.000. Umframt hetta læt Føroya Landsstýri kr. 1.000.000 til bráðfeingishjálp ígjøgnum Reyða Kross.

Neyðhjálp til Sýria

Á Sumri 2016 lat Reyði Krossur, saman við Føroya Landsstýri, kr. 1.500.000 til humanitera neyðhjálp í Sýria. Landsstýrið lat kr. 1.000.000, og Reyði Krossur Føroya kr. 500.000.

Stríðið í Sýria, gongur nú á sætta ári, og hevur birt undir álvarsamastu flóttafólkastøðu í heiminum síðani seinna heimsbardaga og ført til eina ómetaliga stóra neyð. 13.500.000 fólk hava tørv á humaniterari hjálp. 6.500.000 eru noydd heiman og liva sum flóttafólk í egnum landi, meðan 4.200.000 eru flýdd úr Sýria.

Stuðulin úr Føroyum fer beinleiðis til at hjálpa fólki ígjøgnum veturin. Veturin í Sýria byrjar í november, og hann er kaldur og slavin. Tá heili 6.500.000 fólk hava mist hús og heim, og nærum helmingurin eru børn, megna flestu teirra ikki ein tílíkan vetur uttan neyðhjálp. Umframt mat, vatn og heilsuhjálp tørvar teimum lívd, hita og reinføri.

Tað umfatandi hjálpararbeiði eru fleiri Reyða Kross feløg og Reyði Hálvmána feløg saman um fyri at kunna lyfta uppgávuna. Í Sýria er tað Sýriski Arabiski Reyði Hálvmáni, sum tekur sær av, at neyðhjálpin røkkur teimum neyðstøddu.

Reyði Krossur Føroya sendi aftur í desember kr. 500.000 sum bráðfeingis neyðhjálp til Sýria. Peningurin er partur av upphæddini, sum kom inn við Landsinnsavningina í september í ár.

Hjálpin, sum Reyði Krossur Føroya og Føroya Landsstýri veita í felag, fer í samstarvi við Syriska Hálvmána til fleiri endamál:

  • At býta út reinførispakkar, har ein pakki til eitt virði á kr. 145 kann nøkta tørvin til reinføri hjá einari familju (4-6 persónar) í ein mánaða.
  • Stuðul til flytbarar heilsustøðir, sum veita læknahjálp til fólkið í krígsherjaðu økjunum.
  • Psykososialan stuðul til børn og vaksin, sum eru ávirkað av hørðu upplivingunum í borgarakrígnum.
  • Beinleiðis stuðul til Sýriska Hálvmána, sum er tann størsti virkni humaniteri felagsskapurin í Sýria. Sýriski Hálvmáni gevur sjálvbodnum neyðuga upplæring til at veita hjálp.

Barnalandið í Malawi

Reyði Krossur Føroya hevur 10 faddrar, ið hvønn mánað stuðla Barnalandinum í Malawi. Í 2016 komu kr. 13.500 inn frá faddrunum.

Stuðulin verður brúktur til at tryggja foreldraleysum børnum, ið liva í stórum fátækradømi, skúlagongd, mat og klæðir fyri við hesum at menna tey. Í Malawi doyggja næstan 10 % av børnunum, áðrenn tey verða 5 ár. Hetta er ein vanlukka fyri foreldrini, og samfelagið missir eitt týdningarmikið tilfengi.

Bókagáva til Barnadeildina á Landssjúkrahúsinum

Aftur hesi jólini hevur Reyði Krossur latið Barnadeildini á Landssjúkrahúsinum góðar barnabøkur. Bøkurnar, ið eru frá endurnýtslubókasøluni hjá Reyða Krossi, eru í sera góðum standi – sum nýggjar.

Á Barnadeildini eru tey fegin um góðu bøkurnar til børnini. Teimum tørvar gávuna, tí tað er sjáldan, at lesnaður verður keyptur til deildina.

Sambinding/Intertwining

Seinnu árini eru altsamt fleiri tilflytarar komnir til Føroyar, og fleiri teirra koma úr londum uttanfyri ES. Reyða Krossur Føroya ynskir at hjálpa við at fremja integratiónina fyri hesi nýggju í Føroyum.

Í 2015 arbeiddi Reyði Krossur saman við tiltakinum “Hvussu kunnu vit hjálpa” við at fyriskipa, hvussu vit seta í gongd integratiónsarbeiði í Føroyum, og úrslitið gjørdist Sambinding, á enskum Intertwining, sum í 2016 varð hildið á bókasøvnum í Klaksvík, Runavík og í Tórshavn.

Endamálið við Sambinding er at fremja integratión við at skapa ein møguleika fyri, at tilflytarar og innføddir føroyingar hittast til hugna, prát og samveru.

Í Klaksvík hevur Sambinding verið á bókasavninum eina ferð um mánaðin, og tiltakið varð hildið hesi kvøld: 31. mars, 26. apríl, 26. mai, 15. september, 27. oktober og 24. november. Í mai mánaði varð eisini skipað fyri einum gongutúri á Biskupsstøð, har luttakararnir fingu innlit í søguna á staðnum.

Í Runavík hevur Sambinding verið á Bókasavninum við Løkin. Tilsamans 14 tiltøk vóru í Runavík í 2016. Fyrsta tiltakið varð 14. januar, og 8 tiltøk vóru fram til summarsteðgin. Eftir summarsteðgin var fyrsta tiltakið hildið 22. september, og 6 tiltøk vóru fram til jóla. Undirtøkan var ójøvn, og til okkurt kvøldið møttu einar 35, meðan einans 5 luttóku á onkrum kvøldi. Sum oftast luttóku millum 10 og 15 kvinur. Umleið tveir triðingar vóru føroyskar kvinnur, ella kvinnur, sum hava búð í Føroyum leingi.

Í Tórshavn hevur Sambinding verið á Býarbókasavninum. Tiltakið hevur verið 7 ferðir á vári og 7 ferðir á heysti. Undirtøkan hevur verið góð, og millum 15 og 35 hava luttikið hvørja ferð. Í miðal luttaka 20 til 25 fólk, mest kvinnur. Lutfallið er umleið helvtin av innføddum føroyingum og helvtin av tilflytarum.

Sum heild hava tiltøkini verið væleydnað, og stórur áhugi er fyri Sambinding kring landið. Í 2017 verður Sambinding eisini hildið í Vágum og í Sunda kommunu, umframt at kommunur í Suðuroy og í Sandoynni hava víst tiltakinum áhuga.

Samandráttur

Tað er tað sjálvbodnað arbeiðið, ið er hornasteinurin undir virkseminum hjá Reyða Krossi. Uttan tey sjálvbodnu var ongin Reyði Krossur.

Sum sæst í ársfrágreiðingini, hevur Reyði Krossur eitt stórt virksemi her á landi við tí endamáli at samla pening inn, soleiðis at hjálp kann veitast har tørvur er, bæði úti og heima.

Tey áleið 200 sjálvbodnu hjá Reyða Krossi gera eitt megnar arbeiði í tí dagliga arbeiðinum. Hetta eru fólk, ið hava stóra umsorgan fyri sínum medmenniskjum og gleðast um, at teirra íkast ger mun.

Afturat teimum, ið dagliga hjálpa Reyða Krossi eru áleið 450 fólk knýtt at árligu landsinsamlingini. Reyði Krossur takkar øllum teimum sjálvbodnu og teimum ið stuðla peningaliga. Bæði privatpersónar og vinnuvirkir.

Reyði Krossur hevur altíð tørv á fleiri sjálvbodnum, soleiðis at virksemið hjá felagsskapinum ótarnað kann halda fram og mennast. Vit hava vón um, at enn fleiri vísa felagsskapinum áhuga.