At uppliva og gerast partur av einum mennandi og spennandi altjóða undirvísingarumhvørvi! Ja, so hevur tú møguleika fyri at søkja um upptøku á United World College í Dali, sum liggur umleið 100 km norðan fyri Bergen.

United World College Red Cross Nordic (UWC RCN) bjóðar einum føroyskum skúlanæmingi at taka altjóða miðnámssprógv, kallað IB (International Baccalaureate), á einum altjóða miðnámsskúla í Dale Kommune í Noregi. Treytin fyri at søkja er, at tú á sumri 2024 hevur lokið fyrsta árið í eini 3 ára gymnasialari miðnámsútbúgving.

IB (International Baccalaureate) er ein altjóða gymnasial miðnámsútbúgving, ið tekur 2 ár. Eitt IB prógv gevur somu rættindi innan hægri framhaldslestur sum eitt føroyskt studentsprógv.

Endamálið hjá UWCRCN-skúlanum er at fremja altjóða sátt og semju í verki, og verður hetta m.a. gjørt við, at næmingar úr umleið 80 ymiskum londum búgva og lesa saman á skúlanum.

Studni rindar skúlagjald umframt gjald fyri innivist í skúlanum. Hetta merkir, at umsøkjari ikki samstundis fær stuðul frá Studna sum útibúgvandi.

Ferð aftur og fram millum skúlan og Føroyar verður goldin sambært galdandi reglum hjá Studna. Upphæddin er í 2024 kr. 3.100.

Nærri upplýsingar um skúlan fáast við at venda sær til formannin í UWC Føroyum, Claus Reistrup, á telefon 555037 ella til lestrarvegleiðingina í skúlanum, har tú gongur. Tú kanst eisini finna fleiri upplýsingar um skúlan á hesi heimasíðuni: uwcrcn.no.

Upplýsingar eru eisini at finna á Facebook.

Umsókn um upptøku á UWC RCN, avtrit av seinastu støðumetunum saman við einari frágreiðing um teg sjálva/n, ið skal skrivast í umsóknarblaðinum, skulu umvegis teldupost sendast claus.reistrup@icloud.com í seinasta lagi sunnudagin 3. mars 2024. Upptøkusamrøður við umsøkjararnar verða leygardagin 7. mars 2024, kl 16 í Tórshavn. Fráboðan um staðið verður send umsøkjarunum.

Umsóknarblaðið um upptøku á UWC RCN er at finna her: Umsóknarblað 2024.

Tórshavn, 1. februar 2024
UWC Føroyar

 

United World College Red Cross Nordic