Umseting av viðtøkunum hjá Reyða Krossi úr donskum til føroyskt

Viðtøkur fyri Reyða Kross Føroya

§ 1.
Navn felagsins er Reyði Krossur Føroya, við heimstaði í Tórshavn.

§ 2.
Reyði Krossur Føroya skal í øllum virki sínum halda tær lógir og reglur, ið eru galdandi fyri tilknýtið hjá Danska Reyða Kross til Altjóða Reyða Kross, nýtsluna av merkinum hjá Reyða Krossi, meginreglurnar hjá Reyða Krossi og arbeiði og uppgávurnar hjá Altjóða Reyða Krossi.

§ 3.
Reyði Krossur Føroya skal taka sær av hjálpararbeiðinum hjá Reyða Krossi í Føroyum og gjøgnum Reyða Krossi í Danmark arbeiða fyri Altjóða Reyða Krossi.

§ 4.
Endamálið hjá Reyði Krossi í Føroyum er:

  1. at hjálpa og samstarva við Føroyskar myndugleikar, sum taka sær av manngóðum arbeiðum, umframt at hava um hendi tilbúgvingar- og útbúgvingarligar arbeiðir.
  2. at átaka sær manngóð, tilbúgvingar- og útbúgvingarligar arbeiði, har umstøðurnar krevja ein sjálvbodnan innsats, sjálvt ella í samstarvi við føroyskar myndugleikar, feløg ella felagsskapir.
  3. at geva føroyingum íblástur til at hugsa og virka samsvarandi meginreglunum hjá Reyða Krossi.
  4. at geva áhugaðum føroyingum møguleika at seta í verk meginreglurnar hjá Reyða Krossi gjøgnum praktiskt og manngott arbeiði.
  5. at fremja vinalag og altjóða fatan millum fólk tvørtur um landamørk.
  6. Reyði Krossur kann ikki stuðla øðrum felagsskapum uttanfyri Reyða Kross.

Í øllum førum har tøk verða tikin í felag, er tað undir tí fortreyt, at grundleggjandi meginreglurnar hjá Reyða Krossi verða hildnar.

§ 5.
Ímyndin hjá Reyða Krossi Føroya er orðingin “Reyði Krossur Føroya” saman við einum reyðum krossi á hvítum botni smb. galdandi reglur fyri nýtslu av Reyða Kross merkinum.

§ 6.
Stk. 1. Reyði Krossur Føroya er ein felagsskapur, sum kann stovna virkisbólkar, antin sum landafrøðiligar eindir ella við ávísum virksemi. Hetta verður gjørt í samstarvi við nevndina.

Stk.2. Virkið kann vera ymisk sløg av samfelagsligum arbeiði, samarittarbeiði, skeiðvirksemi, PR- og kunningararbeiði, endurnýtsluvirksemi, altjóða arbeiði, innsavningar, ungdómsarbeiði URK (Ung í Reyða Krossi) og tílíkt. Nevndin velur ein virkisleiðara og varavirkisleiðara, í samráð við virkisbólkin. Eru fleiri bólkar við somu uppgávu býtt upp landafrøðiliga, kann nevndin í samráð við virkisleiðaran velja ein samskipara. Nevndin ger leiðbeiningar til virksemi hjá bólkunum.

Nevndin kann bjóða virkisleiðarum, samskiparum og øðrum at luttaka á nevndarfundum, har tey hava talurætt, men ikki atkvøðurætt.

Stk.3. Um nevndin heldur tað verða neyðugt, kann hon niðurleggja ein virkisbólk. Á sama hátt kann nevndin, um tað verður neyðugt og eftir samráð við viðkomandi virkisbólk, seta virkisleiðaran, varavirkisleiðaran ella samskiparan frá.

§ 7.
Nevndin kann velja ein nevndarlim at møta á fundunum hjá leiðslu hjá virkisbólkunum.

§ 8.
Miðað verður ímóti at velja eitt umboð í øllum økjum. Nevndin velur umboðið.

§ 9.
Øll, sum búgva ella hava arbeiðsadressu í Føroyum kunnu gerast limur í Reyða Krossi Føroya.

§ 10.
Stk. 1. Aðalfundurin er evstu myndugleika Reyði Kross Føroya.
Stk.2. Ársaðalfundurin verður hildin hvørt ár áðrenn 1. apríl. Eykaaðalfundur skal haldast, um formaðurin metir tað verða neyðugt ella um so er at 2/3 av nevndini krevur tað við boði til formannin. Allir limir hava rætt at møta á aðalfundinum.
Stk.3. Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni, kassameistara og um neyðugt einum skrivara. Nevndin telur fimm limir, og tveir tiltakslimir skulu veljast.
Stk.3.2. Nær skild, hjúni ella onnur, ið eru nær knýtt at hvørjum øðrum, kunnu ikki veljast til formann og kassameistara ella kassameistara og grannskoðara. Somu reglur eru galdandi um líknandi viðurskifti um ógegni kunnu koma í.
Stk.3.3. Nevndin sjálv kann økja talið av nevndarlimum at sita í tvey ár í senn, tó soleiðis at hesir ikki mugu verða fleiri enn helvtin av aðalfundarvaldum limum.
Stk. 3.4. Nevndararbeiðið er ólønt. Nevndin kann seta lønt hjálparfólk. Nevndarlimur, ið verður settur í starv sum lønt hjálparfólk, missur nevndarsessin. Lønta hjálparfólkið er ikki valbært til nevndina.
Stk.4. Felagið verður teknað av formanninum. Við keyp og søla av fastari ogn krevst undirskrift av formanni og tveimum nevndarlimum. Fulltrú kann gevast.
Stk.5. Aðalfundurin skal lýsast í minsta lagi tríggjar vikur og í hægsta lagi sjey vikur áðrenn fundin, í minst tveimum av landsins størstu bløðum. Eykaaðalfundur verður innkallaður við fráboðan sjey dagar frammanundan. Uppskot at viðgera á aðalfundinum, íroknað val av nevnd, skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi tvær vikur áðrenn fundin.
Stk. 6. Atkvøðurætt og valbæri, ið skulu vera myndug, hava/eru bert limir í Reyða Krossi Føroya. Ein og hvør avgerð krevur vanligan meiriluta. Skrivlig atkvøðugreiðsla kann verða kravd við persónvali. Atkvøðurætturin kann útinnast við skrivligari fulltrú. Eingin limur kann hava meira enn eina fulltrú. Til at broyta viðtøkurnar krevst at 2/3 av teimum limum ið eru á fundi játta tí. Broyting av § 1, 2, 3, 4, 5, 6, 7, 8, 9 og 10. Stk. 6 í viðtøkunum hjá Reyða Krossi Føroya, krevur góðkenning frá stýrinum hjá Dansk Røde Kors.
Stk. 7. Skráin hjá aðalfundinum skal í minsta lagið hava hesi fundarevni:

  1. Val av fundarstjóra og skrivara.
  2. Frásøgn frá virki felagsins í farna ári og núverandi støðu.
  3. Framløga av roknskapi, ið skal vera grannskoðaður av ríkisgóðkendum ella skrásettum grannskoðara.
  4. Viðgerð og góðkenning av frásøgn og roknskap.
  5. Áseting av limagjaldi fyri næsta roknskaparár.
  6. Innkomin uppskot.
  7. Arbeiðsætlan fyri komandi tíðarskeið
  8. Val av nevndarlimum, 3 í ómaka ári og 2 í maka ári. i.
  9. Val av tveimum tiltakslimum til nevndina – á vali hvørt ár
  10. Val av grannskoðara
  11. Ymiskt.

§ 11.
Ferða- og vistarhaldsútreiðslur til aðalfundin rindar limurin sjálvur. Ferða- og vistarhaldsútreiðslur í samband við luttøku á nevndarfundum rindar Reyði Krossur Føroya.

§ 12.
Fígging. Allar inntøkurnar fella til felagið. Nevndin ger eina fíggjarætlan fyri eitt ár í senn, sum inniheldur inntøkur og útreiðslur til virksemi og virkið hjá bólkum.

§ 13.
Um Reyði Krossur Føroya heldur uppat, lutast ognir felagsins einum føroyskum manngóðum felagsskapi, ið hevur sama endamál sum Reyði Krossur Føroya.

§ 14.
Samstarvið millum Dansk Røde Kors og Reyða Kross Føroya verður niðurfeld í einari samstarvsavtalu millum forsetan fyri Dansk Røde Kors og formannin fyri Reyða Kross Føroya.

§ 15.
Gildiskoma: Hesar viðtøkur vóru samtyktar tann 7.04.2002 og aftaná framløgu fyri nevndini hjá Dansk Røde Kors aftur samtyktar á vanligum aðalfundi tann 25.03.2003 við kravdum rættingum. Rættingarnar samtyktar á aðalfundi tann 27.03.2011 og lagdar fyri leiðsluni hjá Dansk Røde Kors. Broyttar á aðalfundi tann 25. mars 2012.

Broyttar á aðalfundi tann 14. mars 2016