Við Reyða Kross Vitjunartænastuni og Reyða Kross Klædnahjálpini inna vit sosialt og psykososialt arbeiði í Føroyum, eins og vit stuðla og hjálpa øðrum felagsskapum og stovnum, ið arbeiða innan sosiala øki í Føroyum.

Reyða Kross Samarittarnir og Reyða Kross Fyrstahjálpin arbeiða fyri at økja um tryggleikan í samfelagnum. Eisini tilnevna vit á hvørjum ári ‘Ársins Fyrstahjálpara’ fyri at varpa ljós á týdningin av at duga fyrstuhjálp og eggja fólk at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri lív kunnu bjargast.

Nógv vitjaða og brúkta Reyða Kross Bókasølan er í Vágsbotni í Havn. Umframt hana hava vit tríggjar endurnýtsluhandlar, ið selja klæðir og lutir – ein á Bryggjubakka í Havn, ein í Stiðjagøtu 6 í Havn, og ein í Vági.

Reyði Krossur savnar inn og skilir góð klæðir, sum fólk lata okkum í bingjurnar, ið standa við FK-handlar og aðrastaðni kring landið og í Reyða Kross húsinum í Stiðjagøtu 6 í Havn. Reyði Krossur skipar fyri loppumarknað nakrar ferðir um árið, eins og vit hava putlaravirksemi, filateli og ymiskt annað sosialt virksemi.

Ver við

Vit ynskja og hava tørv á fleiri sjálvboðin í Reyða Krossi. Bæði á ungum og á eldri.

Kundi tú hugsa tær at luttikið í einum av bólkum okkara, ella hevur tú tørv á hjálp frá einum av bólkum okkara, ber til at lesa meira um einstaka bólkin í vinstra bredda. Hevur tú uppskot til nýtt virksemi í Reyða Krossi, ynskja vit at hoyra frá tær. Skriva til okkum á redcross@redcross.fo ella ring á 283630. Tú ert eisini vælkomin inn á gólv á Stiðjagøtu 6 í Havn.