Grundskeið í fyrstuhjálp kann bjarga lívum!
Vilt tú læra at geva lívbjargandi fyrstuhjálp? Ella hava tínir starvsfelagar tørv á at duga lívbjargandi fyrstuhjálp?
Reyði Krossur bjóðar grundskeið í fyrstuhjálp bæði til einstaklingar, fyritøkur og stovnar. Okkara instruktørar eru vælútbúnir og hava altjóða góðkenning.
Vit hava møguleika at halda almenn skeið, har pláss er fyri 16 luttakarum. Prísurin er 800 kr. fyri hvønn luttakara.
Fyri stovnar, bólkar og arbeiðspláss, ið ynskja fyrstuhjálparskeið, snikka vit skeiðini til eftir avtalu. Prísurin hongur saman við, hvussu nógv eru á skeiðinum og hvussu skeiðini eru samansett.
Tó er ein minsta upphædd á 10.800 kr. Eru t.d. 15 starvsfólk á skeiðinum er prísurin 720 kr. fyri hvørt starvsfólk. Eru tit færri, verður prísurin fyri hvønn luttakara hægri.
Fyrispurningar um grundskeið í fyrstuhjálp kunnu sendast inn her: fyrstahjalp@redcross.fo ella redcross@redcross.fo.
Innihald av fyrstahjálpara skeið
Reyði Krossur bjóðar eisini skeið í fyrstuhjálp til skúlar. Her er grundgjaldið kr. 2000. Afturat hesum er kostnaður fyri undirvísingartilfar, møguligir koyripengar og vikarløn til instruktørin, ið skúlin sjálvur rindar.