Røða til Ársins Fyrstahjálpara 2017

Aftur í ár hevur Reyði Krossur fingið fleiri uppskot til ársins fyrstahjálpara.
5 privatpersónar hava sent uppskot inn, um hvørji tey halda skulu hava heiðurin í 2017, fyri at hava útint góða og lívbjargandi fyrstuhjálp.

Dómsnevndin hevur tilnevnt trý fólk til heiðurin.
Endamálið hjá Reyða Krossi at tilnevna ársins fyrstahjálpara er tvíbýtt. Tað eina er at heiðra tey, ið hava útinnt holla og lívbjargandi likamliga og sálarliga fyrstuhjálp. Hitt endamálið er at varpa ljós á, hvussu umráðandi tað er at duga fyrstuhjálp. Hetta er sekstanda ferðin, at ársins fyrstihjálpari verður kosin.

Vit vilja fegin byrja við at takka fyri øll innkomin uppskot!
Tað er einki at ivast í, at tey ymisku uppskotini, ið eru send okkum, á hvør sín hátt eru sera góð avrik og tað hevur verið trupult at velja ímillum tey innkomu uppskotini um hvør skal gerast ”ársins fyrstihjálpari”.

Dómsnevndin við fyrstuhjálpar-instruktørunum hjá Reyða Krossi, Mariann Øster, Egga Jensen og Frank Jacobsen, hava viðgjørt innkomnu uppskotini og gjørt tilnevningarnar og mæla tey til, at í ár verða ársins fyrstuhjálparar valdir innan likamliga fyrstuhjálp og sálarliga fyrstuhjálp.
Orsøkin til hetta er, at vit ynskja at fokus verður sett á likamliga- og sálarliga fyrstuhjálp og vil dómsnevndin javnseta hesi øki.
Øll tey tilnevndu fáa eitt heiðursbræv frá Reyða Krossi, blómur og ein gávuposa frá Betri Trygging, meðan ársins fyrstihjálpari, umframt heiðursbrævið so letur Betri Trygging eisini eina peningaupphædd, ið verður handað av stjóranum í Betri Trygging Ingunn Eiriksdóttir.

Vit skulu stutt siga frá teimum fýra tilburðunum, har tey tilnevndu framdu sera góð avrik innan fyrstuhjálp.
Tilnevnd sum nr. 3. og frágreiðing um tilburðin:
Tann 27/10 2017 sat Marner Ludvík á náttarvakt umborð á vaktarskipinum Brimili. Tá hoyrdi hann róp á sjónum og fór beinanvegin at kanna málið og sá at ein maður hevði gingið seg á sjógv og var um at drukna.

Marner boðaði beinanvegin vakthavandi stýrimanni frá og fór uppá bryggjuna við einum bjargingarkransi og fekk kastað manninum hann, meðan vakthavandi styrimaður boðaði 112 frá støðuni
Teir á Brimli fingu eftir stuttari tíð bjarga manninum umborð á Brimil og góðu honum hjálp, fingu hann úr vátu klæðunum og fingu hita í mannin.
Hendingin var eisini umtalað í fjølmiðlunum.

Tilnevnd sum nr. 2. frágreiðing um tilburðin:
9 ára gamli Helgi Torkilsson, spældi uttan fyri heim sítt. Í spælinum var hann komin at heingja seg í einum bandi sum teir høvdu bundið í eitt træ, sum stóð í einum skráningi.
Helgi hevði koyrt bandi um hálsin, bundið ein knút á sum bleiv bara fastari, tá ið bandi strammaðis.
Mammubeiggji Helga, Jóhan Hansen kom av tilvild framvið og sá Helga við eygunum viðvendum, tunguni úti og líkbleikur. Jóhan setti Helga á læri, meðan hann bant knútin upp. Tá hann hevði fingið Helga leysan, rysti hann Helga og rópti á hann.
Til alla lukku raknaði Helgi viðaftur og av tí, at Jóhan er ein róligur persónur, gjørdist eingin óneyðugur panikkur.
Helgi fekk ein túr við kraga í sjúkrabilinum og mátti verða eitt døgn á sjúkrahúsinum, men hevði ongan fysiskan skaða fingið.
Helgi er í dag sami glaði drongurin, sum hann var áðrenn.

Nr. 1. Her eru 3 fólk vald til at verða ársins 1. hjálparar

Àrsins fyrstuhjálparar fyri likamliga fyrstuhjálp 2017.
Fyrst frágreiðing um tilburð nr. 1.
Eitt vikuskifti í apríl 2017 var Jógvan Thomsen ferðaleiðari fyri einum bólki av donskum ferðafólki í Saksun.
Í bussinum datt ein eldri kvinna um, Jógvan legði hana niður á dúrkið og kvinnan andaði ikki.

Hann rópti á Kim Anders Nielsen, um at ringja 1-1-2, og fór í gongd við at geva fyrstuhjálp í meðan bussurin koyrdi, samstundis sum bussførarin tosaði við sjúkrabilin, um hvar teir skuldu møtast. Jógvan fekk lív aftur í kvinnuna, men hon fekk aftur eitt hjartastopp.

Út yvir, at tað er fysiskt hart at geva hjartamassagu, so hevur tað ikki verið uttan pínu fyri Jógvan vegna neuropati í hondum og fótum.
Kvinnan kom á LS og yvirlivdi. Jógvan var seinni um dagin úti á LS og vitjaði hana og familjuna sum vóru saman við henni.

Takka verið Jógvani Thomsens og Kim Anders Nielsen fyri skjótan og dygdargóðan innsats bjargaðu teir kvinnuni.

Jógvan Thomsen og Kim Anders Nielsen verða í dag kosnir til “ársins fyrstuhjálparar 2017” út frá hesi grundgeving:
Teir báðir hava megnað at givið likamliga fyrstuhjálp í eini truplari støðu. Teir fylgdu høvuðspunktunum í fyrstihjálpini, sum eru allneyðug fyri at bjarga mannalívum, at skapa tryggleika, fráboðan –1-1-2 og geva fyrstuhjálp.

Framfaringarhátturin hvussu teir báðir skipaðu fyrstuhjálpina vísir, hvussu týdningarmikið tað er, at hava tikið eitt fyrstihjálparskeið og hvussu farast skal fram í eini tílíkari truplari støðu.
Í støðuni kláraðu Jógvan og Kim, at geva donsku kvinnuni lívbjargandi fyrstuhjálp, hetta vísir, at teir høvdu yvirskot til at handla í einari akuttari støðu.
Út frá hesum hava teir heiðurin uppibornan at verða útnevndir til “ársins fyrstuhjálparar 2017” Hjartaliga tillukku!

Àrsins fyrstihjálpari fyri sálarliga fyrstuhjálp 2017.
Frágreiðing um tilburð nr. 2.
Í samband við eina syndarliga motorsúkkluvannlukku á Vestmannavegnum í august 2017 har Dávid Løvhøjten doyði bert 24 ára gamal, gav Jóngerð Nielsen saman við øðrum Dávidi akutta fyrstuhjálp.
Tá sjukrabilurin var farin av staðnum, tók Jóngerð av sínum eintingum ábyrgdina fyri teimum ungu monnunum sum koyrdu motorsúkklu saman við Dávidi. Teir vóru skelkaðir og høvdu tørv á kreppuhjálp. Jóngerð veitti teimum umsorgan og tosaði við teir. Hon fekk skjótt til vega eitt høli í Vestmanna, hvar hon saman við teim ungu monnunum kundu tosa um hesa traumatisku hending.
Jóngerð átók sær at koyra menninar á Landsjúkrahúsið, soleiðis at teir kundu verða saman við familjuni hjá Dávidi. Jóngerð tryggjaði sær, at hond bleiv tikin um hvønn einasta av teimum. Afturat hesum hevur Jóngerð av sínum eintingum, kallað saman hini hjálparfólkini, sum vóru í bjargingararbeiðinum heim til sín, har ið tey kundu tosa saman eftir hendingina.

Aftur her vísti ein borgari í hesum tilfeldi Jóngerð, eitt yvirskot til at handla í einari akuttari støðu og traumatiskari støðu.
Út frá hesum hevur Jóngerð heiðurin uppibornan at verða útnevnd til “ársins fyrstihjálpari 2017” Hjartaliga tillukku!

Hartaliga tillukku øll tit, ið vóru tilnevnd til ársins fyrstahjálpara 2017!
Tillukku tit, ið nú eru kosin ársins fyrstihjálpari 2017.
Út frá hesum hevur Jóngerð heiðurin uppibornan at verða útnevnd til “ársins fyrstihjálpari 2017” Hjartaliga tillukku!

Reyði Krossur takkar fyri tilnevningarnar frá tykkum, ið hava sent uppskotini inn. Stóra tøkk til Betri Trygging og stóra tøkk til øll ið eru komin her í dag.

Jóannes Eidesgaard formaður í Reyða Krossi Føroya