HVØR ER ÁRSINS FYRSTUHJÁLPARI 2019?

Reyði Krossur Føroya sóknast eftir uppskotum at heiðra sum Ársins Fyrstihjálpari 2019.

Tann, sum er í uppskoti, skal í farna ári á serligan hátt hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp.

Reyði Krossur ynskir at varpa ljós á týdningin av at duga fyrstuhjálp og at eggja fólki at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri lív kunnu bjargast.

Einstaklingar, virkir og stovnar kunnu lata inn uppskot, ið verða viðgjørd av fyrstuhjálparinstruktørunum og nevndini hjá Reyða Krossi.

Uppskot kunnu sendast til Reyða Krossi Føroya í seinasta lagi mikudagin 15. januar 2020 á frymlinum á heimasíðuni, á t-postaddressuna redcross@redcross.fo ella sum vanligur postur til Stiðjagøta 6, 100 Tórshavn.

Ársins Fyrstihjálpari 2019 verður tilnevndur mikudagin 5. februar 2020 kl. 15:00 hjá Reyða Krossi í Stiðjagøtu 6 í Tórshavn.

Tilnevning

Ársins Fyrstihjálpari 2019
Tilnevningarfrymil

Tú hevur eisini møguleika at heinta oyðublaðið sum pdf-fíla