Skip to main content Scroll Top

1,3 mió. krónur savnaðar inn í Landsinnsavningini 2025

Hjartans tøkk! (1)
Mynd: Nakrir av innsavnarunum, sum savnaðu inn fyri Reyða Kross kring landið í 2025

Til árligu Landsinnsavningina hjá Reyða Krossi, sum var í vikuni 6. til 13. september, vórðu tilsamans 1,36 milliónir krónur savnaðar inn.

 

Hjartans tøkk til øll, sum hava gingið við bússu í árligu Landsinnsavningini, og øll, ið hava latið eina gávu.

 

Av innsavnaða peninginum fara okkurt um 750.000 krónur til hjálpararbeiði í Afganistan, har jarðskjálvti tann 31. august kravdi fleiri enn 1.100 mannalív og legði heilar bygdir í oyði. Túsundtals fólk eru løstað, heimleys og hava átrokandi tørv á hjálp. Reyði Krossur er á staðnum og veitir neyðhjálp – og við hesum stuðlinum frá Landsinnsavningini kunnu vit røkka enn longur.

 

Stuðulin fer serliga til at styrkja endurmenningardeplarnar hjá afganska Reyða Hálvmána, har tørvurin á hjálp hevur verið serliga stórur eftir jarðskjálvtarnar. Á hesum deplum fáa fólk sálarliga hjálp, viðgerð og stuðul til at koma fyri seg aftur. Í løtuni eru deplarnir hjá Reyða Hálvmána undir ógvusligum trýsti, bæði tí fólk hava tørv á hjálp í kjalarvørrinum av jarðskjálvtunum, men eisini tí, at afturflytingin til landið er ovurhonds stór í løtuni.

 

Afganski Reyði Hálvmáni hevur sjey endurmenningardeplar um alt landið, sum leggja seg eftir at betra um umstøðurnar á ymsar mátar:

1.     Stutttíðarhjálp – tað tey nevna ”Human dignity” – fólk sleppa undir brús, fáa tannbust og tílíkt

2.     Betra um stóra mangulin upp á læknar/psykiatarar og heilivág

3.     ”Recovery support” – tað, at fólk fáa hjálp til at megna sítt lív aftur og fáa endurmenning aftaná at vera útskrivað

4.     Stuðul til familjur og avvarðandi hjá sjúklingum

 

Tað verður millum annað sagt, at tað vóru 700 fólk fleiri enn vanligt á bert tí eina endurmenningardeplinum í farnu viku.

 

Restin av innsavnaða peninginum frá Landsinnsavningini verður brúktur til hjálpararbeiði hjá Reyða Krossi í Føroyum, eitt nú Mat- og klædnahjálp til familjur, ið hava ilt við at fáa endarnar at røkka, Vitjanartænastuna, ið er við til at basa einsemi, Samarittarnar, ið økja um tryggleikan á tiltøkum, og integratiónsarbeiði, ið stuðlar tilflytarum og flóttafólki at fóta sær í Føroyum.

 

Á redcross.fo/studla/landsinnsavningin sært tú eitt yvirlit yvir úrslitunum frá øllum innsavningarbússunum. Øll, ið gingu við bússu, vóru eisini við í lutakastinum um fýra gávubrøv frá Atlantic Airways – vinnararnir fáa beinleiðis boð.

 

Reyði Krossur Føroya

Privacy Preferences
When you visit our website, it may store information through your browser from specific services, usually in form of cookies. Here you can change your privacy preferences. Please note that blocking some types of cookies may impact your experience on our website and the services we offer.