
Reyði Krossur Føroya og Føroya landsstýri lata nú 800.000 kr. til hjálpararbeiði í Gaza. Peningurin fer bæði til felt-sjúkrahúsið hjá Reyða Krossi og til at hjálpa børnum, ið liva undir sera truplum umstøðum.
ICRC Felt-sjúkrahúsið í Gaza
Sjúkrahúsið lat upp í mai 2024 og hevur síðan tá hjálpt fleiri enn 60.700 sjúklingum og tikið ímóti 400 børnum, ið komu til verðina. Sjúkrahúsið hevur 60 seingjarpláss og kann taka ímóti fleiri enn 200 sjúklingum um dagin. Har starvast bæði altjóða og lokal heilsustarvsfólk, sum veita lívbjargandi hjálp til særd og sjúk.
Stuðul til børn í Gaza
Ein partur av stuðlinum fer til verkætlan at hjálpa børnum og familjum teirra. Stuðulin fer eitt nú til at bjóða børnum CABAC-samrøður (Children Affected By Armed Conflict) – samrøðurnar hava til endmáls at hjálpa børnum at finna gleði, og er eitt trygt stað at spæla og práta burtur frá tunga gerandisveruleikanum. Verkætlanin fevnir eisini um undirvísing í støddfrøði, arabiskum og enskum fyri børn í aldrinum 6-10 ár. Endamálið er at skapa eitt sindur av tryggleika og normaliteti í ótryggu umstøðunum.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Reyði Krossur Føroya stuðlar hjálpararbeiði í økinum. Í oktober 2023, veittu vit eisini saman við Føroya landsstýri stuðul til bæði Palestinska Reyða Hálvmána og Ísraelska Reyða Kross til teirra humanitera arbeiði.
Reyði Krossur er uttanveltaður – tað gevur okkum atgongd at hjálpa
Reyði Krossur er óheftur, ópartískur og uttanveltaður. Vit eru til staðar í kreppum um allan heim – men vit taka ikki støðu í stríðum – okkara uppgáva er at hjálpa teimum, sum hava størstan tørv.
Vit rópa kanska ikki altíð so hart sum summi høvdu ynskt. Men fyri okkum snýr tað seg ikki um at siga mest – men um at hjálpa mest.
Tað er júst okkara uttanveltaða støða, sum gevur okkum serliga atgongd til at:
- Tryggja neyðhjálp til sivilfólk í stríðnum
- Virka sum humanitert millumgongufelag í samráðingum
- Hjálpa teimum, sum eru fongslaði ella hildin sum gíslar
Tað er umráðandi at skilja, at Reyði Krossur ikki er ein samráðingarpartur. Reyði Krossur tekur ikki lut í politiskum samráðingum ella avgerðum – tað er uppgávan hjá pørtunum í stríðnum. Men tá ein avtala er gjørd, so er Reyði Krossur til reiðar at stuðla tí humaniteru síðuni av avtaluni – sum eitt nú at flyta gíslar og fangar trygt. Tað er einans við at vera uttanveltaður og óheftur, at Reyði Krossur kann útinna hesa týðandi uppgávuna.
Seinastu vikurnar hevur vápnahvíld bjargað óteljandi lívum, samanført familjur og givið fólki eina pausu frá krígnum og møguleika at fáa hjálp.
Reyði Krossur heitir staðiliga á partarnar í stríðnum um at varðveita vápnahvíldina.