Scroll Top

Aðalfundur – og 500.000 kr. í neyðhjálp til Myanmar

Aðalfundur 30. mars 2025-3

Nýggj nevnd varð vald á árliga aðalfundinum hjá Reyða Krossi Føroya í dag. Nakað av fólki møtti upp til fundin, sum varð hildin í høvuðsbygninginum hjá Reyða Krossi í Stiðjagøtu 6 í Havn.

Nevndin hevur skipað seg soleiðis:
Jóannes Eidesgaard, formaður,
Torfinn Højgaard, næstformaður,
Mary-Ann Thomsen, kassameistari,
Fía Niclasen, nevndarlimur,
Tommy Petersen, nevndarlimur,
Eyrith Guttesen Leyni, tiltakslimur,
Tórgerð Jallgrímsdóttir, tiltakslimur.

Ársfrágreiðingin varð løgd fram á fundinum. Greitt varð frá nógva og ymiska virkseminum hjá Reyða Krossi um alt landið. Síðan varð roknskapurin fyri árið í fjør lagt fram. At enda varð lagt fram, hvørji hjálparátøk úti í heimi Reyði Krossur hevur latið pening til í 2024.  Les ársfrágreiðingina her.

Harumframt gjørdi nevndin av – beint fyri fundin – at lata 500.000 krónur í neyðhjálp til Myanmar beinavegin.

Myanmar varð rakt av ógvusligum jarðskjálvta fyrradagin, tann 28. mars, og framvegis liggja børn og vaksin fangað undir húsaleivdum.  Fleiri enn 1.600 fólk hava latið lív í skjálvtanum. Tað hevur tískil alstóran týdning, at neyðhjálpin kemur fram sum skjótast.

Privacy Preferences
When you visit our website, it may store information through your browser from specific services, usually in form of cookies. Here you can change your privacy preferences. Please note that blocking some types of cookies may impact your experience on our website and the services we offer.