Hjartans tøkk fyri stuðulin í sambandi við eldgosið í Grindavík

Í januar 2024 savnaðu føroyingar pening saman at lata til Íslendska Reyða Kross. Stuðulin verður brúktur til at hjálpa teimum, ið eru ávirkað av eldgosinum í Grindavík, og av tí grund hava ilt við at fáa endarnar at røkka saman. Eitt nú eru fleiri, ið nú eru noydd at gjalda fyri tvey húsarhald, og nógv hava mist hús ella aðra ogn, tá teir 4.000 borgararnir í Grindavík vórðu noyddir at rýma frá heimbygdini.

Við góðum stuðli frá privatpersónum, dagstovnum o.ø., hevur Reyði Krossur Føroya savnað 250.000 kr., og saman við Føroya landsstýri senda føroyingar tilsamans eina hálva millión til hjálpararbeiðið hjá Íslendska Reyða Krossi í Grindavík.

Bæði Íslendski Reyði Krossur og Íslendska stjórnin takka føroyingum hjartaliga fyri stuðulin.

"Vegna allar íslendarar, vil eg takka føroyingum fyri vælvild og stuðul, sum tit hava víst Grindavíkingum og okkum øllum eftir eldgosið á Reykjanesi. Enn einaferð vísir hetta, at tit veruliga eru okkara vinir". sigur Guðni Th. Jóhannesson, forseti Íslands, millum annað í brævið til formannin í Reyða Krossi Føroya, sum kann lesast her.