Út í heim at hjálpa?

Tá vanlukkur raka úti í heimi, er Reyði Krossur altíð til reiðar at senda starvsfólk út at hjálpa. Tí sóknast Reyði Krossur áhaldandi eftir fólki, ið ynskja at luttaka í humanitera hjálpararbeiðinum úti í heimi.

Sum útsend/ur fyri Reyða Kross fært tú kravdu útbúgvingina frá Reyða krossi, og ert hareftir til reiðar at fara út í heim við stuttum skoðbrái. Tá Reyði Krossur Føroya hevur samstarvsavtalu við Reyða kross í Danmark um arbeiðið innan altjóða tilbúgving, verða umboð úr Reyða Krossi Føroya send út í heim umvegis Reyða kross í Danmark. Talan er um lønt fulltíðar arbeiði, og er skipað sambært sáttmála við Reyða Kross í Danmark. Útsend kunnu vænta at verða burturstødd í 1 til 36 mánaðir.

Sum útsend/ur fyri Reyða Kross, ert tú sett/ur í tíðaravmarkað starv, við møguleika fyri at leingja starvið. Hetta er tó treytað av tørvinum á humaniterari hjálp í teimum ymisku verkætlanunum. Okkara útsendu hava oftast eina góða avtalu við dagliga arbeiðsgevara sín.

Førleikakrøvini eru treytað av einstøku verkætlanunum, ið Reyði Krossur arbeiðir við. Sostatt eru øll vælkomin at senda Reyða Krossi umsókn á rekrutteringssíðuni ella á redcross@redcross.fo.  Grundtreytirnar fyri at verða útvald/ur til altjóða arbeiði eru:

  • at hava viðkomandi útbúgving og minst 5 ára viðkomandi starvsroyndir.
  • at vera stinn/ur í enskum. Góðir málsligir førleikar í fronskum, sponskum, arabiskum ella øðrum tungumáli er ein fyrimunur.
  • at vera kroppsliga og sálarliga væl fyri.
  • Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur royndir og/ella áhuga fyri at vera sjálvboðin í Reyða krossi eftir lokna verkætlan úti í heimi.

Eingin umsóknarfreist er, so tað ber altíð til at senda Reyða Krossi umsóknarfrymilin.

Ofta sóknast Reyði Krossur serliga eftir starvsfólki við førleikum innan:

Logistikkur og flutningur

 KT og telesamskifti

Heilsufrøðilig bakgrund

Psykososial bakgrund

Bbakgrund innan leiðslu

Bakgrund innan matgerð

Bakgrund innan handverk

Neyðhjálpararbeiði

Meira kunning fæst við at venda sær til Reyða kross Føroya á tlf. 283630 ella umvegis teldupost á redcross@redcross.fo.