Humaniter hjálp til Suður Sudan
Stuðla við eingangsupphædd her

 

Reyði Krossur er til staðar í Suður Sudan, har tørvururin á humaniterari hjálp er ómetaliga stórur. Í Suður Sudan, sum er heimsins nýggjasta land, versnar búskapurin áhaldandi, og umfarssjúkur, sum kolera, elva til ógvuliga hættislig heilsuviðurskifti. Hesar skaðiligu avleiðingar koma av ósemjuni millum stjórnina og uppreistrarfólk, sum hvønn dag tyngja borgararnar í landinum.

Hungursneyðin er sera umfatandi, og menniskju eru noydd at flýggja heimanífrá. Tað elvir m.a. til at familjur vera sundurskildar og lívsgrundarlag teirra verður avlagað. Helvtin av fólkinum, umleið seks milliónir, hevur bráðfeingist tørv á matvøruhjálp. Nærum fýra milliónir eru flýdd frá húsi og heimi og tvær milliónir teirra eru enn í Suður Sudan (Humanitarian Bulletin South Sudan, Jun 2017).

Reyði Krossur veitir bráfeingis neyðhjálp til tey, sum eru í Suður Sudan; til tey, ið eru flýdd úr landinum; eins og tey, ið eru vend heimaftur. Vit hjálpa lokalsamfeløg við at hóra undan, við at førleikamenna sjálvboðin við at tryggja sjálvbjargni. Tað ger m.a. at fólkið í Suður Sudan eisini verður minni bundið at hjálp uttanífrá. Eisini hjálpa vit við at sameina familjur, ið eru vorðnar skildar undir krígnum., og stuðla við skaða- og heilsustovum, og við at endurreisa heilsumiðstøðir, har vit eitt nú veita viðgerð til tey, ið eru særd undir krígnum, og viðgera og fyribyrgja kolera og aðrar umfarssjúkur.

Nakrar familjur eru fluttar til mýrulendi, har jørðin er bæði torfør at dyrka og har tað er avbjóðandi at koma til við neyðhjálp. Tí eru vit noydd, at tveita matin úr flogførum.

 

Frágreiðing

Vit hjálpa á hesar hættir:

  • Vit eggja myndugleikunum og pørtunum í stríðnum, at virða krígslógirnar, sum verja sivila fólkið, ið ikki tekur lut í vápnaða stríðnum. Hetta bjargar lívum, og ger eisini umstøðurnar betri hjá Reyða Krossi og øðrum neyðhjálparfelagsskapum, at útinna hjálpararbeiði.
  • Flóttafólk, ið eru í Suður Sudan, fáa mat, og fólk, ið flýggja, og sum er eru torfør at koma framat, fáa hesa hjálpina handaða við flogførum.
  • Okkara starvsfólk og sjálvbodnu hjálpa og førleikamenna familjur, um hvussu best er at býta út matvøruna, og hvussu maturin best verður handfarin. Hvør familja fær 80 kg. av sorghumkornið, 20 kg. av bønum, 10 kg. av majs/sojablandi (til smábørn, og kvinnur, ið eru við barn ella geva bróst), 2,5 kg. av sukri og 1 kg. av salti. Hetta skal skal halda í umleið ein mánað.
  • Vit hjálpa lokalsamfeløgum við at umvæla vatnveitingarútbúnað ella seta hann til.
  • Vit býta út fræ og tól til landbúnað og fiskiskap. Hetta gevur familjum møguleikan, at dyrka grøði og tryggja lívsneyðuga føði og inntøku, sum hjálpir teimum at endurbyggja ella varðveita teirra livikor.
  • Fólk, ið eru særd, fáa skurðviðgerðir og heilivág á støðum sum Reyði Krossur stuð
  • Vit veita eisini psycosocialan stuðul til fólk, ið hava upplivað skelkandi hendingar.
  • Vit veita mat til tey, ið eru undurfødd í fongslum, og hjálpa bæði fongslum og fangum.
  • Vit hjálpa skildum familjulimum, til dømis við at savna og útvega upplysingar og myndir av saknaðum fólki og geva fólki møguleikan, at ringja og senda brøv og ritað boð.
  • Vit eru hjástødd á ST-legum, fyri at verja borgarar (Protection of Civilians camp III – POCIII) í høvuðsstaðnum í Suður Sudan, Juba, har vit savna familjur aftur og skipa fyri frítíðarvirksemi til børn og ung. Les meira um hetta í hesum

 

Baksýni

Reyði Krossur hevur verið hjástaddur í Suður Sudan langt áðrenn landið bleiv sjálvsstøðugt í 2011. Menningarmøguleikarnir sum nyggj tjóð, steðgaðu brádliga seinast í 2013, tá harðligir samanbrestir byrjaðu í høvuðsstaðnum Juba. Tað vóru nógvar orsøkir til ósemjuna, bæði politiskar, tjóðskaparligar, og sjómarkar. Stríðið spjaddi seg skjótt til fleiri partar av landinum, sum elvdi til stóran streym av flóttafólki og ein ómetaligan humaniteran tørv.

Tað hevur verið borgarkríggj í Sudan í fleiri áratíggju, langt áðrenn núverandi ósemjuna, og landið líður av áhaldandi undirmenning og fíggjarligari kreppu. Hetta hevur elvt til ringu humaniteru kreppuna, har bæði ósemjur og hungursneyð gera tilveruna ótrygga fyri suðursudanarar.

Nógvir suðursudarnrir eru á støðum, ið illa ber til at koma til, sum ger støðuna enn meira fløkta at handfara. Fleiri eru flýdd til mýrulendi, har økið El Sudd gevur størri tryggleika og fjarstøðu frá bardøgunum. Hinvegin er tað tá eisini nógv meira torført, at fáa neyðhjálpina fram til hesi øki, og er tað næstan ógjørligt hjá fólki, at kunna menna sømulig livikor har.

Aðrir bólkar, sum eru torførir at røkka við neyðhjálp eru tey, ið eru avbyrgd av teimum mótststríðandi pørtunum í vápnaðu samanbrestunum. Á hesum økjum, har vit ikki hava møguleika fyri, at veita neyðhjálp, tveita vit neyðugar neyðhjálparpakkar við mati frá flogførum, sonevnd ‘’food drops’’. At býta mat út á henda hátt er bæði dýrt og torgreitt at samskipa, og verður hann tí bert nýttur sum síðsta loysn, men støðan er tó henda fleiri staðni í Suður Sudan.

Reyði Krossur er sera sterkt umboðaður í Suður Sudan við umleið 9.000 sjálvbodnum, men tað humanitera arbeiðið er undir stórum trysti, og atgongd til tey mest viðkvæmu í samfelagnum er trupul. Tí er okkara samskifti við myndugleikarnar og stríðandi partarnar umráðandi fyri, at verja sivil, ið ikki taka lut í vápnaðu ósemjuni; men eisini fyri at syrgja fyri at tryggja atgongd til neyðhjálp.

 

Lyklatøl:

Næstan 4 milliónir menniskju hava verið noydd at flýggja frá teirra heimum og tvær milliónir av teimum eru enn í Suður Sudan.

Helvtin av fólkinum, umleið seks milliónir, hava bráðfeingis tørv á mati.

(Humantarian Bulletin South Sudan, Jun 2017).

 

Fyrstu 3 mánaðarnar í 2017 eru tøl okkara fyri neyðshjálpararbeiði í Suður Sudan:

  • Vit býttu mat út til nærum 200.000 menniskju
  • Vit veittu umráðandi húsarhaldstól og útgerð til 31.000 menniskju
  • Vit gjørdu meir enn 32.000 sjúkraviðtalur og framdu nærum 1.300 skurðviðgerðir
  • Vit koppsettu 106.000 húsdjór fyri meira enn 19.000 fólk
  • Vit hjálptu 50.000 menniskjum við stuðli til landbúnað við at veita fræ og tól
  • Vit vitjaðu 3.400 fangar fyri at tryggja hóskandi lívikor
  • Vit vandu næstan 500 vápnaðum um humanita lóg og menniskjarættindi.

(ICRC)

 

Prísdømi:

Fyri 50 kr. kunnu vit veita einum barni, ið er rakt av stórvanlukku,  mat í tríggjar vikur.

Fyri 135 kr. kunnu vit geva fyrstuhjálparpakkar til særdar og skaddar borgarar.

Fyri 430 kr. kunnu vit geva eini familju í Suður Sudan tak yvir høvdið.