Skip to main content Scroll Top

Altjóða menningarhjálp 2025 í samstarvi við Føroya landsstýri

c8ba0589-23b9-1ccd-54ae-9298da1fc774

Reyði Krossur Føroya hevur eina samstarvsavtalu við Uttanríkistænastuna, sum hevur til endamáls at stuðla Reyða Krossi í altjóða humaniterum virksemi. Tað merkir, at landið á hvørjum ári letur eina ávísa upphædd til altjóða verkætlanir hjá Reyða Krossi kring heimin. Í 2025 hevur stuðul verið latin til trýggjar verkætlanir: í Myanmar, Nepal og Malavi.

 

Myanmar: Trygd og trivnaður fyri børn rakt av stríði

Sambært samstarvsavtaluni millum RKF og Uttanríkistænastuna, varð stuðul latin Reyða Krossi í Myanmar við endamálinum at seta humaniter átøk í verk og hjálpa neyðstøddum í kreppuraktum økjum.

850.000 krónur vórðu latnar til hesa verkætlanina í 2025.

Danski Reyði Krossur hevur verið virkin í Myanmar í fleiri ár og samstarvar tætt við Myanmar Red Cross Society (MRCS) um humanitert arbeiði.

Síðan hernaðarligu yvirtøkuna í 2021 er støðan í Myanmar versnað munandi, og fleiri enn 18 milliónir menniskju hava brúk fyri neyðhjálp. Nógv børn hava mist sínar familjur, hava verið noydd at flýggja ella liva undir truplum umstøðum í yvirfyltum flóttafólkalegum ella á gøtuni.

Harafturat hava náttúruvanlukkur sum monsunflóð og jarðskjálvtar gjørt kreppuna enn verri, og tørvurin á sálarligum stuðli og verndartiltøkum er ovurhondsstórur.

Verkætlanin í Myanmar fevnir um trý øki.

Eitt øki er at veita psykososialan stuðul og sálarliga fyrstuhjálp til børn og familjur í kreppustøðum. Í tí sambandi skipar MRCS (Reyði Krossur í Myanmar) fyri barnavinarligum frírúmum (Child Friendly Spaces), har børn fáa tryggar karmar, atgongd til undirvísing, spæli- og ítrivsmøguleikar, umframt sálarliga og sosiala hjálp.

Eitt annað øki er at útbúgva sjálvboðin og starvsfólk í barnavernd og sálarligari fyrstuhjálp. Útbúgvingin skal tryggja, at MRCS hevur førleikar at veita neyðugu hjálpina til børn í neyð.

Triðja og seinasta økið snýr seg um at menna skipanir, sum tryggja betri vernd av børnum. Hetta inniber neyðugar mannagongdir og tilfar, ið tryggjar, at børn fáa hjálp og vernd í flóttafólkalegum og kreppustøðum.

 

Nepal: Staðbundin tilbúgving

Reyði Krossur og Uttanríkistænastan hava í felag latið stuðul til Reyða Kross í Nepal við tí endamáli at minka um avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum og styrkja fyrireikingarnar hjá lokalsamfeløgum til at handfara náttúruvanlukkur.

500.000 krónur vórðu latnar til hesa verkætlanina í ár.

Nepal Red Cross Society (NRCS) og danski Reyði Krossur hava í fleiri ár samstarvað um veðurlagsviðkvom øki og menning av tilbúgvingarskipanum.

Nepal er eitt av heimsins mest náttúruvanlukkuraktu londum, og í 2024 vóru stórar flóðir og jarðskjálvtar, sum høvdu oyðileggjandi avleiðingar. Tørvurin á at fyrireika samfeløg til komandi vanlukkur er størri enn nakrantíð.

Hendan verkætlanin leggur dent á trý øki.

Í fyrsta umfari skulu ávaringar- og tilbúgvingarskipanir í veðurlagsviðkvomum økjum betrast, so fólk fáa rættstundis kunning um komandi flóðir og onnur veðurlagsárin.

Síðan skulu sjálvboðin á staðnum, serliga ung, fáa útbúgving innan tilbúgving. Ætlanin er, at tey soleiðis fáa førleikar at reagera skjótt og skipað, tá váðar standast.

At enda skal skal stuðulin tryggja, at veðurlagsviðbrekin samfeløg hava neyðugar hendur og útgerð til at fyrireika seg til vanlukkur.

Henda verkætlan er ein partur av breiðari arbeiðnum at menna sjálvbjargni hjá veðurlagsviðbreknum samfeløgum.

 

 

Malavi: Betri framtíð fyri børn og ung

At enda hava Reyði Krossur Føroya og Uttanríkistænastan í felag latið stuðul til Reyða Kross í Malavi. Endamálið er at styrkja førleikarnar hjá ungum og børnum og virka fyri, at tey fáa eitt tryggari og betri lív.

500.000 krónur eru latnar til hesa verkætlanina, sum Reyði Krossur í Malavi tekur sær av at seta í verk.

Malavi er eitt av heimsins fátækastu londum, har fleiri enn 70% av íbúgvunum liva undir fátækramarkinum. Nógv børn stríðast við avmarkaða atgongd til útbúgving, heilsurøkt og grundleggjandi tænastur. Harumframt eru náttúruvanlukkur, sum flóðir og turkur, við til at gera støðuna enn truplari. Barnaarbeiði, hjúnalag og barnsburður í ungum aldri og sosialur ójavnvágur eru somuleiðis stórar avbjóðingar.

Hendan verkætlanin hevur sum endamál at stuðla sárbærum børnum og familjum teirra við at menna førleikarnar hjá bæði børnum og vaksnum at skapa eina tryggari framtíð.

Verkætlanin fevnir um at stovnseta og reka barnabólkar og foreldrabólkar í útsettum lokalsamfeløgum, at útbúgva sjálvboðin og starvsfólk í sálarligari heilsu og trivnaði hjá børnum, og at tryggja at børn fáa tryggar og mennandi karmar, har tey kunnu styrkja sínar sosialu og sálarligu førleikar.

Privacy Preferences
When you visit our website, it may store information through your browser from specific services, usually in form of cookies. Here you can change your privacy preferences. Please note that blocking some types of cookies may impact your experience on our website and the services we offer.