(English below)
Reyði Krossur vil seta sjóneykuna á avbjóðingar av einsemi og sosialari avbyrging, ið ongantíð hevur verið meira viðkomandi enn eftir koronafarsóttin byrjaði at gera um seg.

Reyði Krossur skipar tí fyri átakinum ‘Saman basa vit einsemi’. Seks tiltøk verða kring landið har Suni Poulsen, sálarfrøðingur greiðir frá um einsemi og avbjóðingar við tí, Reyði Krossur fortelur um ‘Vitjanartænastuna’ til einsamallar borgarar og ‘Familjuvinir’ til tilflytarar, Dragana Popovic sigur frá hennara søgu sum tilflytari og einsemi, eins og stuttfilmur verður vístur og livandi tónleikur at hoyra.

Ókeypis atgongd er til tiltøkini og øll eru hjartaliga vælkomin.

Týskvøldið 27. apríl kl 19 í Spaniastovu í Klaksvík

Mikukvøldið 28. apríl kl 19 í Marghøllini í Sørvági

Týskvøldið 4. mai kl 19 í Norðurlandahúsinum í Tórshavn

Mikukvøldið 5. mai kl 19 í Løkshøll í Runavík

Hóskvøldið 6. mai kl 19 í SALT á Tvøroyri

Mikukvøldið 12. mai kl 19 á Caféini á Mølini í Skálavík

Skráin
19.00 Reyði Krossur bjóðar vælkomin
19.15 Einsemi – avbjóðingar og loysnir við Suna Poulsen, sálarfrøðingi
19.40 Vitjanartænastan
19.55 Stuttfilmur um vitjanartænastuna
20.00 Støðgur við livandi tónleiki og kaffi/thé
20.15 Familjuvinir (á enskum)
20.30 Søga frá Draganu Popovic, tilflytara (á enskum)
20.45 Hitt Reyða Kross og sjálvboðin
21.00 Tiltakið endar

Tiltakið er stuðlað av Hiddenfjord og Reyni Service

 

 

 

Together, we overcome loneliness
The Faroe Islands Red Cross wants to set focus on challenges regarding loneliness and social isolation, which has never been as relevant as since the COVID-19 pandemic started.

The Red Cross therefore launches the campaign ‘Together, we overcome loneliness’. Six events will take place around the country where Suni Poulsen, psychologist speaks about loneliness and challenges thereof, the Red Cross talks about the ‘Visitor service’ for the lonely and ‘the Family Network’ for migrants, Dragana Popovic tells her story of migration and loneliness, as well as a short film will be shown and live music performed.

Free entrance for the events and all are welcome.

Tuesday 27th April at 7pm in Spaniastova in Klaksvík

Wednesday 28th April at 7 pm in Marghøllin in Sørvági

Tuesday 4th May at 7 pm in the Nordic House in Tórshavn

Wednesday 5th May at 7 pm in Løkshøll in Runavík

Thursday 6th May at 7 pm in SALT in Tvøroyri

Wednesday 12th May at 7 pm at Caféin á Mølini in Skálavík

Program
19.00 Welcome
19.15  Loneliness– challenges and solutions by Suni Poulsen, psychologist
19.40 Vitjanartænastan (Visiting Service)
19.55 Shortfilm about the Visiting Service
20.00 Break incl. live performances and cofee/tea
20.15 Familjuvinir (The Family Network) (in English)
20.30 Personal story of Draganu Popovic, new to the Faroes (in English)
20.45 Meet Red Cross volunteers
21.00 Event ends

The event is sponsored by Hiddenfjord and Reyni Service