Scroll Top

Sergjørd skeið til bólkar

Stovnar, feløg og arbeiðspláss kunnu fáa skraddaraseymaða undirvísing í fyrstuhjálp við støði í tykkara tørvi og arbeiðsumstøðum.

Tit gera sjálvi av, um skeiðið skal haldast í ella eftir arbeiðstíð, hvar skeiðið skal haldast, og hvussu leingi á gangin. Pláss er fyri upp til 16 luttakarum á hvørjum skeiði.

Vit kunnu bjóða tykkum:

  • Vælútbúnar og altjóða góðkendar instruktørar
  • Eitt skraddaraseymað skeið
  • Fleksibilitet ísv. tíð, stað og longd
  • Ein góðan prís
  • Spennandi og fangandi undirvísing
  • Altjóða góðkent fyrstuhjálparprógv
  • Fyrstuhjálparbók
  • Avsláttur á uppfylgjandi skeiðum

Prísurin veldst um tal av luttakarum og samanseting av skeiði.

Ein serlig skipan er gjørd fyri skúlar, har skúlin kann velja at rinda vikarløn til instruktørin.

Skriva til okkara á fyrstahjalp@redcross.fo ella ring á 286629 og fá eitt prát um júst tykkara tørv. Eisini ber til at útfylla frymilin niðanfyri.

Privacy Preferences
When you visit our website, it may store information through your browser from specific services, usually in form of cookies. Here you can change your privacy preferences. Please note that blocking some types of cookies may impact your experience on our website and the services we offer.