At skipa fyri eini innsavning er bæði ein stuttligur og gevandi máti at gera mun. Hvør króna, sum tú savnar inn, hjálpir Reyða Krossi at hjálpa, har neyðin er størst.

Tú kanst skipa fyri eini innsavning sum einstaklingur, saman við tíni familju, vinum ella grannalagi, skúla ella starvsfeløgum.

Fyrsta stigið er at gera av, hvussu tú vilt savna pening inn
Tað eru óteljandi mátar at skipa fyri eini innsavning – alt frá tombola til maraton renning. Vel ein hátt, sum tær dámar, og lat hugin at hjálpa neyðstøddum dríva teg.

Hvat tú vilt gera, er heilt upp til tín. Nøkur hugskot eru:

  • Baka køkur ella annan bakstur at selja.
  • Skipa fyri tombola.
  • Savna og sel fløskur.
  • Skipa fyri eini spurnakapping.
  • Skipa fyri eini uppboðssølu – bið um lutir frá lokalum fyritøkum og skipa fyri einum tiltaki, har bjóðast kann uppá lutirnar.
  • Vís á tiltøk og innsavningar hjá Reyða Krossi, so sum Landsinnsavning, á tíni heimasíðu, sosialum miðlum ella í tíðindaskrivi.

Umráðandi at vita, áðrenn tú fert í gongd

Um hurð til hurð
Um tú hugsar um at skipa fyri eini hurð-til-hurð innsavning, mást tú seta teg í samband við viðkomandi myndugleikar áðrenn, tí loyvi krevst at skipa fyri hurð-til-hurð innsavning.

Um búmerkið
Reyða Kross búmerkið er eitt altjóða vart symbol, tí vilja vit heita á tykkum um at ikki nýta Reyða Kross búmerkið í samskifti- og lýsingartilfari í sambandi við tiltakið. Tað er nógv lættari at brúka tykkara navn og samstundis lýsa við, at tit eitt nú “errin stuðla Reyða Krossi Føroya” ella at “allur vinningur fer til Reyða Kross”.

Góð ráð

  1.  Kom í gongd. Eingin dámar at hyggja uppá eitt 0. Eitt hugskot er, at sjálv/ur lata ta fyrstu upphæddina – tað hækkar sannlíkindini fyri, at onnur eisini stuðla.
  2.  Greið frá, hví tín innsavning ger mun. Hví savnar tú pening inn til Reyða Kross? Tann spurningin vilja fólk ofta hava svar uppá, áðrenn tey stuðla.
  3.  Byrja við teimum nærmastu. Tað er eitt gott hugskot at boða familju, vinum og kenningum frá, at tú fert undir eina innsavning – tíni nærmastu eru ofta sinnað at stuðla tíni innsavning.
  4.  Brúka sosialar miðlar. Tað er eitt gott hugskot at skriva út á sosialar miðlar um tína innsavning. Har ber eisini til at takka fólki fyri stuðulin.
  5. Takka og dagfør. Uttan mun til, hvussu fólk stuðla tíni innsavning, er tað umráðandi at takka teimum. Hugsa um at takka og halda stuðlum dagførd um, hvussu tað gongst innsavningini.

At enda
Stuttleika tær við innsavningini, tak nógvar myndir og send tær gjarna til Reyða Kross. Minst tó til at virða rættin til privatlív og ikki tak myndir ella filmar av fólki, sum kunnu identifiserast, uttan at hava fingið samtykki til tess.