
Endamálið við endurnýtsluni er at savna pening inn til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi í Føroyum og kring heimin. Harumframt er endurnýtsla við til at tálma umhvørvisdálking og tryggja, at góðar vørur fáast fyri ein rímiligan prís.
Reyði Krossur hevur fýra endurnýtsluhandlar. Eina bókasølu í Vágsbotni í Tórshavn, ein klædna- og smálutahandil á Bryggjubakka í Tórshavn, klædnahandilin í Stiðjagøtu í Tórshavn, ein klædna- og lutahandil í Klaksvík og ein klædna- og lutahandil í Vági.
Reyðakrossbúðin á Bryggjubakka 10 hevur opið:
Týsdag – fríggjadag kl. 13:00 – 17:00
Reyðakrossbúðin í Stiðjagøtu 6 hevur opið:
Leygardag kl. 10:00 – 15:00
Reyðakrossbúðin í Gørðinum í Vági hevur opið:
Mánadag, mikudag, fríggjadag kl. 14:00 – 17:00
Leygardag kl. 11:00 – 14:00
Reyðakrossbúðin í Klaksvík hevur opið:
Leygardag kl. 11:00 – 15:00
Vit savna inn góð og heil brúkt klæðir, brúktar skógvar og taskir í endurnýtslubingjur okkara kring landið. Sí Bingjur fyri nærri lýsing um, hvar hesar standa.
Vit skilja klæðini og síðan selja vit tey í okkara endurnýtsluhandlum. Eisini nýta vit nøkur av klæðunum í Mat- og Klædnahjálpini, har vit hjálpa føroyskum familjum, ið hava hjálp fyri neyðini. Fáa vit ikki selt klæðini í Føroyum, verða tey send til Týsklands til endurnýtslu.
Vilt tú gerast sjálvboðin í endurnýtsluni?
Okkum tørvar fólk at koyra kring landið og tøma bingjurnar, fólk at skilja klæðini og fólk til handlarnar.
Tekna teg sum sjálvboðin her: