Flokka eftir
Bingjurnar eru til góð, rein og heil brúkt klæðir, skógvar og taskir.
Umráðandi er, at alt er í posum, og at væl er bundið fyri.
Reyði Krossur hevur fleiri endurnýtslubingjur standandi kring landið:
- Í Klaksvík, uttanfyri FK
- Í Fuglafirði, uttanfyri FK
- Í Saltangará, uttanfyri Maskinhandilin
- Í Vestmanna, uttanfyri Á handilin
- Í Miðvági, uttanfyri FK
- Í Tórshavn, uttanfyri Reyða Kross í Stiðjagøtu 6
- Á Sandi, uttanfyri kommunuskrivstovuna
- Í Trongisvági, uttanfyri FK
- Í Vági, uttanfyri KEYP.