Níggju klædnabingjur standa kring landið. Fleiri standa uttanfyri hjá Reyða Krossi í Stiðjagøtu 6 í Tórshavn. Hinar eru við FK handlar kring landið - í Klaksvík, Fuglafirði, Saltangará, Trongisvági og Miðvági, umframt uttanfyri Á í Vestmanna. Bingjurnar verða tømdar hvørja viku.
Innsavnaðu klæðini verða avskipað til skiljingar í Stiðjagøtu. Klæðini verða skild soleiðis, at ein partur fer til Klædnahjálpina, ein partur til endurnýtsluhandlarnar á Bryggjubakka, í Stiðjagøtu, og í Vági, meðan ein partur verður seldur til klædnaendurnýtslu í Týsklandi.
Í løtuni tørvar okkum sjálvboðin at hjálpa til við klædnainnsavngini. Okkum tørvar fólk at koyra kring Føroyar og tøma bingjurnar, fólki at skilja klæðini og fólki til handlarnar.
Virksemisleiðarir
Innsavning:
Reyði Krossur: 283630
Skiljing:
Inga Joensen, tlf. 274842
Bústaður
Stiðjagøta 6
100 Tórshavn
Hvussu taki eg lut
Tú er vælkomin at luttaka við at seta teg í samband við Ingu ella senda okkum eini boð við frymilinum her á síðuni.