(English version below) Reyði Krossur fer undir átak at veita tilfluttum útlendskum familjum ella einstaklingum møguleika at koma í samband við føroyskar familjur ella einstaklingar. Royndir úr øðrum londum vísa, at tilflytarar fella skjótari til í nýggja heimlandinum, læra mál og mentan skjótari, støðast og trívast betur, um tey megna at skapa sær eitt netverk. Reyði Krossur ynskir at vera viðvirkandi til at  tilfluttar familjur ella einstaklingar, ið lítið ella onki tilknýti hava til Føroyar, fáa so góða byrjan í nýggja landinum sum gjørligt. Tí sóknast vit nú eftir familjum ella einstaklingum ið hava hug at gera mun fyri eina tilflutta familju ella einstakling.

Tað kunnu vera ymsar orsøkir til at familjur ella instaklingar velja at flyta úr sínum heimlandi til eitt fremmand ókent land. Tað kann vera ringt at fella til og skapa sær nýtt netverk í einum landi, har ein ikki dugir málið, ikki kennir mentanina, ikki skilir óskrivaðu reglar og har ein einki bakland hevur. Reyði Krossur ynskir at skipa fyri, at sjálvbodnar føroyskar familjur ella einstaklingar fáa møguleika at taka hánd um, hjálpa og stuðla tilflytarum at skapa sær sosial sambond.

Hugskot til hvat tit kunnu gera tá tit hittast

  • Venja føroyska málið t.d. gera skúlating.
  • Hyggja ella lurtað eftir føroyskum sendingum.
  • Lesa bløð og bøkur saman.
  • Ganga túrar og tosað um nærumhvørvið.
  • Tosað um okkara ymisku mentanir og siðvenjur
  • Fara til ymisk frítíðarítriv ella tiltøk.
  • Fara túr í hagan ella til útróðrar.
  • Tosað um gerandis avbjóðingar og hendingar.
  • Gera mat og eta saman.
  • Gera bindiklubbar ella ítrivsklubbar.
  • Fara túrar og útferðir. T.d. á søvn, til søgulig støð, runt í býnum ella til handils.
  • Drekka ein kaffimunn og práta.

 

Trýst her fyri at tekna teg sum familjuvin

 

The Family Network

Are you new in the Faroes and would like help to familiarize yourself with Faroese customs? Or do you come from a different background and find it challenging to become a part of Faroese society? Would you like someone to practise Faroese with?

The Faroe Islands Red Cross can help you connect with a family or a friend through the Family Network.

We know that it can be difficult to make everyday life work when everything is new. How do you enrol your kids in the local football club? Do you understand the letters from the authorities that are written in Faroese, or maybe in Danish? How does the bus timetable work? In your native country, you probably had someone to ask for advice, but do you have someone in the Faroes who can help you and your family?

The idea behind the Red Cross Family Network is that a volunteer Faroese family or individual can support you and your family to better understand the Faroese society, practice the Faroese language and by doing so, you will hopefully sooner feel at home and thrive in the Faroe Islands.

Good ideas for activities

  • Practice the Faroese language, for example, help with homework.
  • Watch Faroese television and listen to the radio.
  • Read magazines and books.
  • Help understand letters from the authorities.
  • Go for a walk and talk about the local area.
  • Talk about each other’s culture and traditions.
  • Go to leisure-time activities, cultural events or concerts.
  • Talk about everyday challenges and situations.
  • Shop, cook and eat together.
  • Form a “bindiklubb” or a similar club activity.
  • Go on trips, for example, to a museum, a library, a historical site or a walk around the town.
  • Get a coffee and have a chat.
  • Play games or watch films.

Click here to sign up for the Family Network