Á leinkjuni omanfyri er kunning til ukrainar á enskum.
Á hesi síðuni hjá Útlendingastovuni er kunning á ukrainskum um at búgva og virka í Føroyum.
Flóttahjálpin
Við tí endamáli at hjálpa, har neyðin er størst, hevur Reyði Krossur skyldu til at hjálpa, tá flóttafólk koma til Føroya. Reyði Krossur bjóðar áhugaðum at gerast sjálvboðin innan tilbúgvingina Flóttahjálpin, sum fyri fyrstu ferð varð sett í verk í februar 2022.
Flóttahjálpin er sostatt eitt netverk av sjálvbodnum og øðrum áhugaðum, hvørs endamál er at veita stuðul, hjálp og vegleiðing til flóttafólk í Føroyum.
Í bráðfeingisstøðum kann Flóttahjálpin veita tænastur, so sum:
- Flutning og stuðul í samband við komu í Føroyum
- Sosialt netverk og stuðul ígjøgnum Reyða Kross Vinir
- Hjálp til ymisk praktisk viðurskifti, eitt nú at flyta úr Flóttamóttøkuhúsinum
- Hjálp at finna burturmista familju gjøgnum Restoring Family Links
Flóttahjálpin er eisini eitt smidligt virksemisøkið, ið skjótt kann upp- og niðurskalera, svara uppá ymsar tørvir og tillagast í mun til hvat fyri tilfeingi, áhugi og tørvur er.
Í 2024 hevur Flóttahjálpin eitt nú staðið fyri:
· Skipað fyri einum 14 vikurs-skeiði í enskum á byrjanarstøði fyri ukrainsk flóttafólk.
· Stovnað ein ukrainskan mammubólk, sum hittist annanhvønn leygardag.
· Sjálvboðin í Móttøkutoyminum hava tikið ímóti 68 flóttafólkum við landamarkið.
· Bústaðar- og flytitoymi kann hjálpa at sýna íbúðir, praktiskan stuðul og hjalpa flóttafólki at flyta í egnan bústað
Skráset bústað
Reyði Krossur hjálpir flóttafólkum úr Ukraina at leita eftir bústøðum í Føroyum. Trýst á leinkjuna niðanfyri fyri at lesa meir um, hvat tú kanst vænta, tá tú leigur ein bústað til flóttafólk, og skráseta ein bústað.