
Hesir næmingar hava júst staðið fyrstuhjálparskeið til prutlkoyrikort 🚦🏍️
Nýliga hava næmingar í Sandoyar Meginskúla lokið ferðslutrygdarskeiðið, sum er ein treyt fyri at fáa koyrikort til prutl. Skeiðið fevnir um Hjarta-Lungna-Bjarging (HLB) og brúk av hjartastartara, og gevur neyðugu førleikarnar til tryggari koyring.
Ferðslufyrstuhjálparskeið eru kravd sambært lóg og eru við til at leggja lunnar undir tryggari ferðslu kring landið. Í hesi vikuni verður undirvíst í Vestmanna skúla, og vit gleða okkum at síggja fleiri næmingar læra fyrstuhjálp.
Skal tú eisini hava ferðslutrygdarskeið? Vit bjóða skeið kring alt landið. Les meira á okkara heimasíðu ella set teg í samband við okkum á fyrstahjalp@redcross.fo