Leygardagin 9. september verður savnað inn á teimum rutum, sum ikki vórðu gingnar, tá veðrið ávirkaði innsavningina 2. september.

Tekna teg sum innsavnara og vel eitt øki í Tórshavn í frymlinum niðanfyri. Gev gætur, frymilin verður dagførdur dagliga, men tað kann koma fyri, at økið, tú hevur valt, longu er umbiðið –  um so er, seta vit okkum í samband við teg.

Bússur og rutur kunnu heintast hjá Reyða Krossi
– í Stiðjagøtu 6: 5-8 september, kl. 10-15, ella
– á Bryggjubakka 10: leygardagin, 9. september, frá kl. 10, og allar bússurnar skulu vera inni aftur kl. 17.

Bússurnar kunnu latast inn aftur:
– á Bryggjuabakka 10: leygardagin kl. 10-17,
– ella í Stiðjagøtu 6: mánadagin kl. 10-15.