Kundi tú hugsað tær at hitt fólk úr øllum heiminum? Og hevur tú tíð at rætta eina hjálpandi hond í vikuskiftinum 2.-4. september 2022?
Reyði Krossur tørvar fleiri sjálvboðin at hjálpa á árligu familjuleguni fyri fólki við tilflytarabakgrund, ið verður í leguhúsunum í Nesvík.
Sum sjálvboðin á familjuleguni sleppur tú at arbeiða saman við øðrum sjálvbodnum, ið hava áhuga fyri integratión, og tú fært møguleika at knýta vinabond við tilflytarar her í Føroyum. Samstundis hjálpir tú Reyða Krossi at betra um integratiónsøkið og um trivnaðin hjá tilflytarum í Føroyum.
Til leguna kanst tú t.d. hjálpa við at taka hond um luttakarar, hjálpa við ymsum praktiskum uppgávum, so sum at flyta borð og stólar, matgerð, reingerð og øðrum, og samstundis hugna tær í frálíku umstøðunum í Nesvík.
Tekna teg sum sjálvboðin til Familjuleguna her: