Takk fyri at tú ynskir at gerast sjálvboðin í Flóttahjálpini hjá Reyða Krossi. Vinarliga fyll út teigarnar í skrásetingarskjalinum niðanfyri.

Møguleikarnir sum sjálvboðin í Flóttahjálpini eru nógvir. Okkum tørvar sjálvboðin við fakligari bakgrund, eitt nú sjúkrarøktarfrøðingum, læknum, sálarfrøðingum, sosialráðgevum o.ø. Eisini tørvar okkum sjálvboðin, ið kunnu hjálpa á sosiala økinum, eitt nú við samveru, frítíðaraktivitetum ella praktiskum uppgávum. Kanst tú hjálpa við tulking av útlendskum máli? Hevur tú ein bústað at veita ella leiga út, hevur innbúgv, klæði ella annað at bjóða, so kanst tú eisini tekna teg.

Hevur tú ein bústað at leiga út til flóttafólk, vinarliga fyll út hendan frymilin.