Takk fyri at tú ynskir at gerast sjálvboðin hjá Reyða Krossi. Vinarliga fyll út teigarnar í skrásetingarskjalinum niðanfyri.
Reyði Krossur hjálpir við fylgjandi tænastum:
- Sálarligari ráðgeving frá løggildum sálarfrøðingi
- Koyring í heimauppihald ella sóttarhald
- Mat- og klædnahjálp til borgarar, ið hava tørv á tí
- Sóttarhaldslinja til borgarar, ið eru í sóttarhaldi
- Vegleiðing á fremmandamálum
- Práta við fólk, ið sita einsamøll ella eru í sóttarhaldi
- Hjálp við ymiskum praktiskum uppgávum, sum t.d. innkeypi, ganga túr við hundi og øðrum
Tá ein tænasta krevur nærsamband við møguliga smittað, er tað eitt krav at sjálvboðin skulu vera undir 60 ár, og hava góða heilsu. Hetta, fyri at verja sjálvboðin ímóti smittu. Fólk, ið eru yvir 60 ár, kunnu tó hjálpa við øllum hjálpartænastun, ið vera veittar umvegis telefon, eitt nú við práta við fólk í sóttarhaldi.