Reyði Krossur hevur í mong ár havt klædnaendurnýtslu, har fleiri túsund pløgg verða seld árliga. Klædnaendurnýtslan er drivin av sjálvbodnum, og inntøkan fer til hjálpararbeiði hjá Reyða Krossi, bæði í Føroyum og úti í heimi. Sølan av endurnýtsluklæðum er seinastu tíðina vaksin við rúkandi ferð, og merkja vit, at hetta er grundað ein øktan vilja og hug hjá okkara brúkarum at endurnýta klæðir og vera við til at minka um dálkingina, ið klædnaídnaðurin og ovurnýtsla hevur við sær.

Tí fara vit í holt við Gløggpløgg og Skrøggpløgg, ið eru klædnapakkar, sum innihalda føroyskt-mentar seymiuppskriftir til barnaklæðir og grýluklæðir og toy at seyma hesi við. Umseymaði barnapløgg og barnapakkar verða eisini til sølu í handlunum. Á henda hátt kunnu klæðir, ið annars vórðu send av landinum verða endurnýtt.

Gløggpløgg eru vanlig barnaklæðir, meðan Skrøggpløgg eru grýluklæðir til børn. Klædnapakkarnir Gløggpløgg og Skrøggpløgg eru ætlaðir øllum, sum hava við børn at gera og sum vilja vera kreativ og vilja minka um teirra keyp av nýggjum barna- og grýluklæðum. Umseymaðu barna- og grýluklæðini eru til teirra, ið vilja keypa eina lidna vøru.

Hevur tú hug at gerast sjálvboðin og hjálpa okkum við hesum arbeiði, hoyra vit fegin frá tær. Skriva til redcross@redcross.fo ella ring á 283630.

Verkætlanin er ikki farin av bakkastokki enn, tí hóast vit hava fingið góðan stuðul frá Tórshavnar kommunu, manglar framvegis nakað av fígging, áðrenn farið kann vera undir arbeiðið. Fyritøkur og onnur, ið høvdu havt áhuga fyri at stuðla hesum virksemi, eru hjartaliga vælkomin at venda sær til Reyða Kross og fáa eitt prát um møguleikarnar.