Scroll Top

Hálv millión í neyðhjálp til Sudan

sudanese_refugees_in_chad

Reyði Krossur Føroya og Føroya landsstýri lata nú 500.000 krónur til arbeiðið hjá Sudanesiska Reyða Hálvmána. Stuðulin skal brúkast í Norðurstatinum, har túsundtals fólk liva undir sera vánaligum korum, í einum landi við borgarakríggi.

Sudan í oyði

Sudan stendur í dag í einari av heimsins størstu humaniteru kreppum. Meir enn tvey ár við borgarakríggi hava lagt landið í oyði: infrastruktururin er í knúsi, almennar tænastur steðgaðar, og regntíðin fyri framman hóttir við at gera kreppuna enn verri. Harumframt eru ógvusligar sosialar avbjóðingar, har upp ímóti 90% av skúlunum eru stongdir, børn verða tvingað at luttaka í stríðnum, og kynsligur harðskapur, eitt nú neyðtøka, er umfatandi.

Yvir 12,6 milliónir menniskju eru rikin heimanifrá, og mett verður, at yvir 30 mió. fólk hava brúk fyri humaniterari hjálp. Sudanesiski Reyði Hálvmáni arbeiðir í øllum 18 statum í landinum, hóast stórar avbjóðingar og váðar.

Hóast ræðuleikarnarnar í landinum, hoyrist lítið um hesa kreppuna í almenna orðaskiftinum.

“Beint nú uppliva vit, at børn eru blivin burtur, familjur eru slitnar sundur og fólk eru deyð langt burturi frá sínum kæru,” sigur Rania Mohamed, sum sjálv varð noydd at fara frá heimi sínum í Al Jazirah-statinum orsakað av bardøgunum. “Líðingin er ræðulig”, sigur hon.

Sudansk flóttafólk rikin úr Egyptalandi

Tey túsundtals fólkini, sum nú eru stødd í Norðurstatinum eru fólk, ið annars vóru flýdd úr landinum undan borgarkríggi, men seinastu tíðina eru flýdd aftur til Sudan úr Egyptalandi og Libya.

Orsøkin til, at hesi eru vend aftur til Sudan er í fleiri førum tann, at tey hava fingið at vita, at bardagi ikki longur er í ávísum økjum í Sudan, og tí høvdu tey væntað at komið aftur til frið. Men hóast bardagin er steðgaður í summum økjum er framvegis ikki liviligt í hesum støðum.

Harafturat vísir Amnesty International á fleiri dømi um, at Egyptaland hevur rikið sudansk flóttafólk aftur til Sudan, og hesi eru nú stødd í Norðurstatinum.

Hálv millión krónur til neyðsynjarvørur og sálarligan stuðul

Stuðulin úr Føroyum kann hjálpa upp til 50.000 einstaklingum við eitt nú:

  • Heitum máltíðum og reinum vatni
  • Fyrstuhjálp
  • Sálarligum stuðuli til flóttafólk, ið hava verið út fyri traumatiskum hendingum

Við hesari neyðhjálpini verður møguligt at veita lívbjargandi hjálp til nøkur av teimum, ið liva undir vánaligastu umstøðunum og eru mest útsett – í einari kreppu, sum alt ov fá tosa um.

Privacy Preferences
When you visit our website, it may store information through your browser from specific services, usually in form of cookies. Here you can change your privacy preferences. Please note that blocking some types of cookies may impact your experience on our website and the services we offer.