Skeiðið fevnir millum annað um:
- At fáa lív aftur í børn. Serlig atlit skulu takast í sambandi við hjartamassagu og kunstigan andadrátt til lítil eins og til stór børn
- Burturbeining av fremmandalikami. Verður rætta hjálpin ikki stundisliga veitt, kann tað kann enda galið, tá eitt fremmandalikam setur seg fast í hálsin á einum barni
- Fyrstahjálp í sambandi við álvarsamar brunasjúkur
Eitt skeið í fyrstuhjálp til børn og pinkubørn er 4 tímar til longdar.
Kostnaður er 475 kr. fyri hvønn luttakara.
Fyritøkur, stovnar og bólkar kunnu venda sær til Reyða Kross fyri at fáa eitt tilboð.