Skip to main content Scroll Top

Víðkað skeið í fyrstuhjálp

700,00 kr.

Eitt 12 tíma víðkað skeið í fyrstuhjálp verður ofta tikið í sambandi við eina útbúgving (eitt nú er skeiðið góðkent til heilsustarvsfólk), ella frítíðarstarv (so sum kaving, ferðaleiðarar, klatrivegleiðarar o.a.).

Á goymslu

Bólkar:
Deil:
Lýsing

Skeiðið fevnir millum annað um:

  • Fyrstahjálp, fet fyri fet, tá talan er um hjartasteðg, við og uttan AED (hjartastartara).
  • Fyrstahjálp, tá talan er um størri vanlukkur í ferðsluni, á arbeiðsplássinum, við hús og tá talan er um brádliga íkomna sjúku og skaðar.
  • Handfara el-vanlukkur, fremmandalikam í andaleiðini, skálding, brunasár, brot á armar og bein, skaðar á nakka/rygg og høvd
  • Meta um persónar, senda boð eftir hjálp á 1-1-2, leggja í legu, og sálarlig fyrstahjálp.

Eftir fullført skeið fært tú eitt fyrstuhjálparprógv, ið er altjóða góðkent, umframt fyrstuhjálparbók og annað skeiðstilfar.

Eitt víðkað skeið í fyrstuhjálp er 12 tímar til longdar og kostnaður er 700 kr. fyri hvønn luttakara.

Fyritøkur, stovnar og bólkar kunnu venda sær til Reyða Kross fyri at fáa eitt tilboð.

Vøran er løgd í kurvina Sí kurv Til kassan
Vøran er løgd á ynskilistan Sí ynskilista
Vøran er strika frá ynskilistanum
Privacy Preferences
When you visit our website, it may store information through your browser from specific services, usually in form of cookies. Here you can change your privacy preferences. Please note that blocking some types of cookies may impact your experience on our website and the services we offer.