Ringasta humanitera kreppan í heiminum
Hendan veturin eru børn og vaksin í Afghanistan í dýrastu neyð. Tørvur er á tínari hjálp.
95% av Afghanum hava ikki nóg mikið av mati, og mett verður, at meir enn 3 milliónir børn fara at líða álvarsama hungursneyð, harav fara væntandi 1 millión børn undir 5 ár at svølta í hel næstu tríggju mánaðirnar - foreldur eru ráðaleys og noyðast at taka ómøguligar avgerðir.
Støðan í Afghanistan er eitt úrslit av áralangum stríði, fátækradømi og ringasta turkri í fleiri áratíggju. Og í seinastuni hevur eisini álvarsom búskaparlig kreppa tikið seg upp, har bankasanktiónir, væntandi peningafloymur og inflatión millum annað hava við sær, at fólk hava mist inntøkugrundarlag og upp ímóti 80% av alment settum starvsfólki ikki hava fingið løn í eitt hálvt ár.
Omaná hetta er veturin í Afghanistan harður, við kuldastigum niður í minus 25 um náttina. Serliga trupult er tað fyri diddaraku børnini, sum einki hava at standa ímóti við og teimum mongu familjunum, sum eru flýddar frá húsi og heimi og búleikast í bráðfeingis tjøldum við lítlum og ongum ognarlutum.
Sí innslag úr Degi og Viku, har formaðurin í Reyða Krossi greiðir frá um kreppuna.
Reyði Krossur hevur verið til staðar í Afghanistan í yvir 30 ár og arbeiðir ótroyttiliga við at hjálpa so nógvum neyðstøddum, sum gjørligt. Vi tínari hjálp, røkka vit longri!
Hvussu kanst tú hjálpa
Við at lata eina peningagávu, kanst tú hjálpa Reyða Krossi at veita neyðhjálp, so sum mat, drekka og vetrarútgerð. Fyri eitt nú 350 kr. kanst tú vera við til at tryggja læknahjálp til eitt barn umframt mat til sjey børn í ein mánað.
Lat eina upphædd eftir ynski á konto í peningastovni og viðmerk "Afghanistan":
Bank Nordik: 6460 4946954
Betri: 9181 4950013
Norðoyar Sparikassi: 9865 1003776
Suðuroyar Sparikassi: 9870 4051387
Hjartans tøkk til øll, ið hjálpa Reyða Krossi at hjálpa, har neyðin er størst.