Scroll Top

Hjálparnetverkið


Click here for English

Hjálparnetverkið er virkið, tá kreppur raka.

Endamálið við Hjálparnetverkinum er, at hjálpa borgarum, sum onkursvegna eru í neyð orsakað av koronakreppuni. Vit hjálpa eitt nú við:

  • Sálarligari ráðgeving frá løggildum sálarfrøðingi
  • Koyring í heimauppihald ella sóttarhald
  • Mat- og klædnahjálp til borgarar, ið hava tørv á tí
  • Vegleiðing á fremmandamálum
  • Práta við fólk, ið sita einsamøll ella eru í sóttarhaldi

Hjálp við ymiskum praktiskum uppgávum, sum t.d. innkeypi, ganga túr við hundi og øðrum

Sóttarhaldslinjan

Harumframt hevur Reyði Krossur íverksett eina serliga sóttarhaldslinju, ið er ætlað borgarum, sum eru í sóttarhaldi. Endamálið við sóttarhaldslinjuni er at stuðla borgarum í sóttarhaldi, og at gera tað meira atkomuligt hjá fólki at fáa rætta vegleiðing ella víðari leiðbeining til rætta myndugleika. Fá fatur á Sóttarhaldslinjuni við at ringja á 1818.

Tørvar tær hjálp?

Ring 1818

Ella bið UM HJÁLP HER

 

Vilt tú fegin hjálpa?

Gerst SJÁLVBOÐIN HER
Privacy Preferences
When you visit our website, it may store information through your browser from specific services, usually in form of cookies. Here you can change your privacy preferences. Please note that blocking some types of cookies may impact your experience on our website and the services we offer.