Mánamorgunin 6. februar vóru tveir ógvusligir jarðskjálvtar í Turkalandi og Sýria. Fleiri túsund menniskju hava latið lív og enn fleiri eru særd.

Nógv børn og vaksin liggja framvegis undir húsaleivdum og hava átrokandi tørv á hjálp.

Reyði Krossur á staðnum arbeiðir áhaldandi við bjargingararbeiði, at veita fyrstuhjálp, og at geva mat, teppir, tjald og skjól til tey neyðstaddu.

Ynskir tú at stuðla hjálparátøkum hjá Reyða Krossi í sambandi við jarðskjálvtan ert tú vælkomin at flyta eina upphædd eftir ynski á konto hjá Reyða Krossi og viðmerkja “Jarðskjálvti”.

Bank Nordik: 6460 4946954
Betri: 9181 4950013
Norðoyar Sparikassi: 9865 1003776
Suðuroyar Sparikassi: 9870 4051387

Hvør upphædd ger mun. Eitt nú røkka 300 kr. til at eitt barn fær lívbjargandi læknahjálp og til 6 teppir.

Hjartans tøkk fyri stuðulin.