Hjartans tøkk til øll, ið hava stuðlað átakinum “Øll hava rætt til koppseting” 

Síðani februar 2021, hevur Reyði Krossur Føroya lýst við átakinum “Øll hava rætt til koppseting”, ið hevði til endamáls at savna pening til verkætlanir kring heimin, ið virka fyri at tryggja koppsetingar til heimsins neyðstøddu.

Í Føroyum eru vit í tí hepnu støðu, at vit hava eitt væl virkandi heilsuverk, ið veitir ókeypis koppsetingar ímóti koronasmittuni. Fyri nógv menniskju kring heimin eru møguleikarnir fyri koppseting tíverri sera avmarkaðir. Tí varð heitt á føroyingar um at lata eina gávu til nevnda endamál umvegis Reyða Kross. Hetta kundi eitt nú verið ein upphædd, ið er áleið hin sama, sum annars hevði verið latin til koronukoppseting her í Føroyum.

Inn komu tilsamans 81.000 kr. Ein serlig tøkk til næmingarnar á skúlanum á Argjahamri, sum savnaðu heilar 31.000 kr. til hetta átakið. Reyði Krossur sendir nú 300.000 kr. av landinum til verkætlanir, ið skulu tryggja koppsetingar til heimsins veikastu. Helvtin av teimum 300.000 kr. verða latnar til Bangladesh og hin helvtin til Kenja, ið eru ímillum tey londini í heiminum, sum eru harðast rakt av koronu. Her arbeiðir Reyði Krossur, saman við landsins myndugleikum, við at samskipa og tryggja at útlutingin av koronukoppsetingini er munagóð og rættvís og til gagns har neyðin er størst, og umframt at kunna og vegleiða um koppsetingar.